Milliónir verða árliga brúktar til leiguútreiðslur til almennar stovnar, soleiðis at hesir kunnu húsast í Havnina og mangan í ótíðarhóskandi hølum fyri høga leigu.
Heðin Dánialsson Poulsen, skrivar
Tíðin er komin at flyta almennar tænastustovnar úr býnum, men at spjaða teir um alt landið, kann gerast ein dýrt ævintýr og hava við sær eina ómetaliga dýra og vánaligari umsiting.
Eg havi áður víst á, at um miðfyrisitingin ikki verður meira samlað soleiðis at hon fer at arbeiða sum ein eind, so fer miðfyrisitingin aldrin at gerast so mikið professionell, sum hon burdi verið fyri at kunna kappast um arbeiðspláss og ikki minst, fyri at kunna menna tær lógir og almennu skipanir sum skulu til fyri at reka eitt vælferðarsamfelag.
Verða teir almennu stovnanar spjaddir um landið, verður samstarvið minni, menningin minni og dubultfunktiónir verða mangar, sum í longdini fara at økja um almennu útreiðslurnar munandi.
Økini og bygdirnar í Føroyum verða ikki bjargaðar bert tí nøkur almenn sitipláss verða flutt, tað krevst ein veruligur politiskur vilji, men meira um tað eina aðru ferð.
Samgonguskjal.
Skriva stendur í samgonguskjalinum at: ”Almenna fyrisitingin verður samskipað, so betri samstarv fæst millum aðalráðini. Fyrisitingin skal gerast meira opin og einføld fyri brúkaran. Rættartrygdin skal styrkjast.”
Tað hevði verið áhugavert at fingið upplýst frá løgmanni, hvat hann hevur gjørt við hesa avtaluna sum staðfest í samgonguskjalinum, ella um orðini hjá Nixon eru best hóskandi svar: “Any change is resisted because bureaucrats have a vested interest in the chaos in which they exist”.
Alt á einum stað.
Framtíðin liggur í, at landsstýrið letur byggja eina miðstøð til almenna umsiting uttan fyri býin, men tætt at Havnini. Kaldbaksbotnur hevði verið eitt hugskot, eitt vakurt og lætt atkomuligt økið við ríkiligt av bíligari almennari jørð.
Ein næstan endaleysur listi av fyrimunum er lættur at gera, eitt nú slepst undan teimum dýru leigusáttmálunum í býnum, almennu yrkisbólkarnir verða samlaðir á einum stað og fáa ágóðan hvør av øðrum, alt KT virksemi og KT-trygd kann samskipast, tað verður bíligari, betri og praktiskari.
Fyri vinnulívið fer tað eisini at fáa eina positivu avleiðing, tað verður betri pláss og bíligari hjá vinnulívinum at fáa innivist í hølum í býnum.
Fyri borgarin fer tað at merkja, at hann kann fara á eina adressu at fáa øll síni viðurskiftir við tað almenna avgreidd.
Heldur enn at kannað hvussu vit pilka almennar stovnar sundur, átti løgmaður at kanna hvussu miðfyrisitingin og tilhoyrandi stovnar hóskandi kunnu samlast á einum stað, so vit kunnu menna teir, fáa bíligari rakstur og gera tað einfaldari fyri borgaran, júst sum staðfest í samgonguskjalinum.
Heðin Dánialsson Poulsen




