Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flytið partar av Kringvarpi Føroya úr miðstaðarøki

John William Joensen

Johan Dahl, løgtingsmaður mælir til at kannað verður eftir, hvørjir møguleikar eru fyri at flyta partar av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya úr miðstaðarøkinum.

Á tingfundi mikudagin varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Kringvarpi Føroya.
Johan Dahl spyr millum annað, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka, so at starvsfólk í Kringvarpi Føroya fáa møguleika fyri at starvast í hálva ella fulla tíð uttan fyri meginøkið?
Løgtingsmaðurin vísir á, at nútíðartøknin innan samskifti hevur longu skapt møguleikar fyri, at fleiri av sendingunum hjá Kringvarpi Føroya lættliga kunnu vera gjørdar uttan fyri miðstaðarøkið. "Kringvarp Føroya er ein sera týðandi stovnur við stórari ábyrgd mótvegis øllum økjum í landinum. Men hesin stovnur er allur, sum hann er, savnaður í Tórshavn, og hetta gevur honum eina slagsíðu í sambandi við tann týdning og ta ábyrgd, hann eigur at hava mótvegis øllum Føroya fólki", sigur Johan Dahl.

Fyritreyt fyri dygdargóðum sendingum
Johan Dahl sigur, at ein fyritreyt fyri, at Kringvarp Føroya kann varpa út dygdargóðar sendingar til alt Føroya fólk, er, at starvsfólkini í sínum gerandisdegi fáa møguleika at virka um alt landið. Hann mælir tí til, at starvsfólkini fáa møguleika at søkja sær hálv- og heiltíðarstørv uttan fyri miðstaðarøkið.

Gagnar øllum
Fáa vit skipað viðurskiftini á henda hátt í sambandi við eitt nú Kringvarp Føroya, so ivist eg onga løtu í, at tað fer at gagna øllum Føroya fólki, við tað at sendingarnar verða betri og meira viðkomandi fyri fólki í øllum økjum í landinum, umframt at økini eisini verða ment tøkniliga og sosialt.

Ikki ábreiðsla
Johan Dahl leggur dent á, at fyrispurningurin skal ikki skiljast sum ein ábreiðsla ímóti starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya. "Starvsfólkini røkja á mangan hátt sítt starv væl, og við støði í fakligari vitan og drúgvum royndum gera tey eitt gott arbeiði fyri Kringvarp Føroya. Men so leingi, stovnurin einvíst er skipaður í Tórshavn, fáa hesi viðurskifti valla verið øðrvísi, tí kunnleikin hjá starvsfólkunum um lívið úti í økjunum, og hvat ið fyriferst har, er sjálvandi skerdur", sigur hann.
Fyrispurningur er settur í samsvari við tann politikk, sum sitandi samgonga hevur sum mál, og sum annars allir flokkar á Løgtingi hava sagt seg vilja fremja, tá ið talan er um økismenning, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður.