Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flytingar frammi á kontu í øðrum stovni sama dag

Tíðindaskriv – www.ns.fo

Frá 6. november ber til at gera flytingar til kontur í øðrum peningastovnum, soleiðis at peningurin kemur á kontu hjá móttakaranum sama dag, sum flutt verður, um flytingin verður gjørd innan kl. 11.40. Tað fer framvegis at bera til at gera vanligar flytingar, har peningurin kemur á kontu hjá móttakaranum dagin eftir.

Flytingar sama dag kunnu gerast til kontur í øðrum føroyskum, donskum og grønlendskum peningastovnum, um flytingin verður gjørd innan kl. 11.40. Tú kanst gera flytingina í Netbankanum á telduni.

Norðoya Sparikassi hevur ikki ásett eyka ómaksgjald fyri nýggju tænastuna.