Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flytingarvindeygað stongt: Man Utd brúkti nógv mest

Jákup Ósá

Í gjár stongdi flytingarvindeygað í Onglandi. Nógvir pengar eru brúktir og m.a. verður tosað um, at nýggj sjónvarpsavtala hjá feløgunum hevur gjørt tað lættari hjá feløgunum at brúkt pengar.

Manchester United stingur seg burturúr sum felagið, sum hevur brúkt nógv mest av pengum. Felagið, sum seinasta ár endaði nummar 7 í Premier League, hevur tikið avleiðingarnar av hesum og veruliga spent seg út. 153 milliónir pund eru brúkt, meðan selt er fyri 31 milliónir pund. Sostatt hevur Manchester United brúkt 122 milliónir pund netto. Í netto er Arsenal á 2. plássi við góðum 46 milliónir pundum, meðan Liverpool er nummar trý við næstan 36 milliónum pundum netto brúki.
Allur lisin kann lesast niðanfyri, sum enska blaðið Daily Mail kunnger í dag. Har sæst eisini, at trý feløg hava selt fyri meir enn tey hava keypt fyri. Tey eru Tottenham, Chelsea og Southampton. 
Harleywoodpaint