Einar, Heðin og Julian Gregersen, Janus Skaale og Leivur í Buð úr Kl. Talvfelag hava kvalifiserað seg til FM-finaluna í talvi fyri ung 2008.
Eftir undanúttøkukappingarnar, sum verið hava í Vestmanna og í Sandavági, er komið fram til hvørji 8 í hvørjum aldursbólki, sum luttaka í FM-finaluni fyri børn og ung 2008.
Kappingin um FM-heitið er skipað í hesum aldursbólkum:
A – bólkur: Telvarar føddir 1989-91 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1992-93 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1994-95 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 1998 og seinni (10 ár og yngri)
Kappingin um FM-heitið er skipað í somu aldursbólkum, sum nýttir verða til NM kappingina, sum verður í Føroyum í februar mánað 2009.
Vinnarin í hvørjum bólki verður føroyameistari í sínum aldursbólki.
Steyp verða handaði nr. 1-3. Føroyameistarin og nr. 2 í hvørjum aldursbólki vinna sær luttøkurætt til NM í Føroyum.
Sostatt verður luttikið við 10 telvarum – á jøvnum føti við hini norðurlondini.
Niðanfyristandandi talvur vísa samanløgdu úrslitini og tey 8 í hvørjum bólki, sum við støði í hesum eru úttikin.
Tilmelding
Burtursæð frá tí elsta bólkinum, er ikki neyðugt at melda luttøku, men hinvegin er alneyðugt at boða frá í seinasta lagi mikudagin 26. november, um ikki ber til at luttaka, soleiðis at næsti telvari á listanum fær møguleikan.
Finalan
Finalan verður í Eysturskúlanum leygardagin 29. november, kl. 10.00. Møtið stundisliga.
Telvað verða 7 umfør – allir ímóti øllum – og tíðin til hvørt talvi er hálvur tími í part. Um tað stendur á jøvnum um plaseringarnar nr. 1-3, verður umdystur (snartelving).
Eru færri enn 8 luttakarar í bólkinum, verður talið av umførum tillagað samsvarandi luttakaratalinum (evt. dupultumfør).
U10: (Telvarar føddir 1998 og seinni)
Julian Gregersen, Klaksvík
Silas Eyðsteinsson, Sandavágur
Magni Weihe, Sandavágur
Janus Skaale, Klaksvík
Valborg Jacobsen, Havn
Mikkjal Bjartalíð, Sandur
Rói Johannesen, Kaldbak
Súsanna Jacobsen, Havn
U12: (Telvarar føddir 1996-97)
Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur
Sjúrður Olsen, Vestmanna
Heðin Gregersen, Klaksvík
Rúni T. Jacobsen, Havn
Alfred Olsen, Vestmanna
Leivur í Buð, Klaksvík
Jákup á Rógvu, Vestmanna
Magni J. Hansen, Hoyvík
U14: (Telvarar føddir 1994-95)
Sára Traber Olsen, Havn
Pætur Poulsen, Skopun
Torkil Jespersen, Skopun
Johan Hentze, Norðskála
Einar Gregersen, Klaksvík
Johan Vørmadal, Vestmanna
Bárður J. Stórá, Vestmanna
Hørður
U16: (Telvarar føddir 1992-93)
Heiðrikur T. Jacobsen, Havn
Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur
Hjalti Toftum Jógvansson, Havn
Rúni Vørmadal, Vestmanna




