Mjølnir menninir eru væl fyri undan brakinum í dag. Teir hava brúk fyri øllum stuðli uttan fyri vøllin eisini.
Seinnu FM-finalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða í Høllini á Hálsi í dag. Mjølnir eru í finaluni hjá monnum og taptu fyrra finaludystin tepurt móti ÍF, sum annars løgdu seg á odda 2-0 í settum. Mjølnir menninir fingu tó javnað til 2-2 í settum. Seinasta settið vunnu fuglfirðingar 15-12.
Tískil er setningurin hjá Mjølnir greiður í dag. Vinna dystin og eisini gylta setti aftaná. So kemur FM steypurin til Klaksvíkar.
– Vit vóna at nógv Mjølnir fjepparar koma at stuðla okkum í dag, sigur Thorvald Danielsen, liðskipari hjá Mjølnir.
Kom so Mjølnir!!!


