Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM fyri lærlingar avgjørt ídag

Oliver Joensen

Áhugavert var at fylgja FM fyri lærlingar í SMS í dag. Sjúrður Sólstein sigur, at skipað er fyri tiltakinum Føroyameistaraheitið fyri lærlingar, tí neyðugt er at seta fokus á handverkarafakið. Alt ov fáir lærlingar og harvið handverkarar eru í landinum, stórt trot er á slíkum og tí hava Teknisku Skúlarnir sett fokus á fakið, við at skipa fyri FM fyri lærlingar.

Vit valdu staðsetingina at vera í SMS, tí vit hildu at her var lætt at gera kappingina sjónliga. Men samstundis avmarkaði tað hvussu nógv fak kundu luttaka. Útvald vóru trý fak, hárfríðkan, rørsmíð og timburfakið. Byrja´var hósmorgunin klokkan 9 og kappingin endaði í dag fríggjadagin klokkan 17.

Vinnararnir gjørdust, alli Haraldsen frá Renovent, Jórunn á Gravarbø úr Evoke og Ásmundur Poulsen frá Kanjon. Hesir lærlingar kunnu so kalla seg lærlinga føroyameistarar.

Úti í heimið gongur ein heimsmeistarakapping fyri seg fyri lærlingar. Hendan byrjaði í Spaniu í 50 unum, tí stórt trot var á handverkarum har tá. Síðani hava nógv heimsins lond tikið undir við kappingini, og í komandi viku er heimsmeistarakapping í Dubai, har umleið 1500 lærlingar fara at luttaka.

Norðlýsið var í SMS í dag, har vit fingu hesar myndirnar. Vit ynskja vinnarunum stórt tillukku. Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri slíkari kapping í Føroyum, so luttakararnir hava skrivað søgu:

Harleyfacadeacryl