Leygardagin og sunnudagin verður skipað fyri FM í frælsum ítrótti fyri ung á Tórsbreyt í Havn. Tað er FÍF, sum saman við feløgunum, í skipar fyri. Talan er um rættiliga nógvar greinar í teimum ymsu aldursbólkunum.
Freistin at melda til er úti í kvøld á miðnátt. Tað eru bert limir í feløgum, sum kunnu luttaka, men tað er møguligt at tekna seg sum lim í einum felagi fyri frælsan ítrótt undan FM.
Gentur/dreingir 8-9 ár (2004-05): 60m, 400m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur/dreingir 10-11 ár (2002-03): 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur/dreingir 12-13 ár (2000-01): 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur/dreingir 14-15 ár (1998-99): 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur/dreingir 16-17 ár (1996-97): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp
Gentur/dreingir 18-19 ár (1994-95): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp
Umframt hetta so verða eisini boðrenningar á skránni báðar dagarnar. Leygardagin verður tað 4x100m og sunnudagin 4x200m blandað.
Meiri kunning, startlistar og tíðarætlan í smb. FM Ung verða at finna seinni í vikuni á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).
Nakrir íðkarar úr Treysti hava meldað til, og hava fleiri av teimum fyrireikað seg væl og verið nógvar venjingartúrar úti á Svangaskarði í summar.




