Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM í badminton fyri børn og ung í dag

Jóhann Lützen

Leygardagin 26. mars 2022 verður Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um ársins føroyameistaraskap í badminton fyri børn og ung frá U9 upp til U17

KBF skipar saman við Badmintonsambandinum fyri kappingini, sum byrjar leygarmorgunin klokkan 9 og væntast at enda seint seinnapartin. Heili 150 dystir vera í kappingini, áðrenn føroyameistararnir í øllum teim yngru aldursbólkunum eru funnir.

Fimta og seinasta Grand Prix kappingin í badminton bleiv annars hildin næstsíðsta vikuskifti á Kambsdali, har Grand Prix meistararnir í øllum aldursbólkum og hjá teimum vaksnu blivu funnir. Tey úrslitini kunnu geva eina ábending um, hvør fer at blanda seg í stríðnum til FM í morgin. Í Grand Prix vinna leikararnir sær stig í fimm grand prix kappingum frá á heysti til á várið, meðan í FM er tað dagsformurin og úrslitini kappingardagin, ið eru avgerandi. Spennandi verður tí at fylgja kappingini í Klaksvík í morgin.

FM fyri vaksin verður avgjørt á stóra Kontrast FM Finaludegnum, sum í ár verður leygardagin 14. mai 2022.

Endaligu úrslitini av Grand Prix kappingini í yngru aldursbólkunum eru víst niðanfyri:

 

Harleyfacadeacryl