Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í Counter Strike

John William Joensen

Telducafé-in ORION í Klaksvík fer at skipað fyri Føroyameistara kapping í teldu-forritinum "Counter Strike"

Counter Strike er uttan iva eitt tað populerasta teldu-spælið sum er á marknaðinum í løtuni.
Spælið gongur út upp á at fólk verða deild í tveir partar.
Í hesum sambandi verða 4 fólk í hvørjum parti. Annar parturin er politi og hin terroristar.
Kappast verður í bólkum og at enda verður ein finala millum tvey tey bestu liðini.

Kappingin
Kappast verður í Orion í Klaksvík vikuskiftið 20. 21. og 22. februar.
Føroyameistararnir fáa steyp til ognar, 4 x 10 túrakort til teldu Café-ina og fýra kassar av Jolly.
Silvurvinnarin far eisini steyp til ognar og 5 túrakort í teldu-Café-ina.
Bronsuvinnarin far steyp til ognar.

Treytir
Luttarkaratalið pr. bólk (klan) er 4 persónar, og aldursmarkið er 13 ár.
Bæði gentir og dreingir kunnu luttaka. Luttøkugjaldið er 360 kr. pr. bólk (klan).
Tilmeldingin fer fram á telefon 580680 ímillum kl. 18 og 22 og í seinasta lagi 14. februar kl. 18.