12 lið eru tilmeldaði kappingarnar. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Høllin á Hálsi verður um vikuskiftið karmur um FM í estetiskum fimleiki.
Leygardagin, 7. mai, byrjar undankappingin klokkan 13.
Sunnudagin, 8. mai, byrjar FM klokkan 14.
Kringvarpið stroymir kappingina sunnudagin.
Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.


