Komandi vikuskifti, 23-27 apríl, verður Norrøna karmur um 3 sjavskappingar – harav ein av kappingunum er Føroyameistaraskapið við peningavinningunum á samanlagt 20.000 kr.
Fráferð úr Tórshavn verður hóskvøld kl 21 og verður hetta kvøldið bert brúkt til at slappa av og nýta lívið umborð – helst verða fleiri av borðunum í bæði Viking, Naust og Cafeteria karmur um sjavs-venjingar.
Fríggjadagin er Føroyameistaraskapið í sjavs – ella sum onkur kallar tað ”Norðuratlantsmeistaraskapið”. Kontantir vinningar fyri íalt 20.000 kr. eru til hesa kappingina.
Leygardagin liggja vit í Esbjerg kl 9 – 15, og kunnu tey ferðandi fara á land at shoppa. Leygardagin kl 16 er enn ein sjavskapping – hesaferð verða vinningarnir m.a. ferðaseðlar við Norrøna. Sunnudagin er somuleiðis ein sjavskapping, og aftur hesaferð eru vinningarnir m.a. ferðaseðlar við Norrøna
Afturat hesum verður eisini undirhald á túrinum. Regin Jacobsen kemur at spæla til felagssang umframt at ein bólkur eisini kemur at spæla til dans.




