Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í snartelving 2008: Helgi aftur FM í snar

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tað var “same procedure as every year” í FM í snartalvi leygardagin, tí Helgi Dam Ziska vann 5. árið á rað.

Nummar tvey gjørdist Olaf Berg, sum síðan Klaksvík International kappingina, sum var fyrr í heyst, tykist hava fingið sera góðan talv-vind í seglini – eitt nú vann Olaf bæði síni talv ímóti FM-vinnaranum Helga, men úrtøkan ímóti hinum luttakarunum rakk kortini ikki til at basa Helga í endastøðuni á stigatalvuni.

Finnbjørn Vang
flott triðjapláss

Nummar trý gjørdist okkara egni lokali og framúr góði snartelvari, Finnbjørn Vang, sum hevur vunnið manga snartalvkappingina, men hesaferð mátti hann tó taka til takkar við bronsuni, sum eisini var sera, sera flott, havandi í huga “kongarøðina” av føroyameistarum, sum luttóku í kappingini í ár.

Fleiri av okkara stinnastu snartelvarum luttóku í orrustuni í ár, eitt nú John Rødgaard, Martin Poulsen, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Torkil Nielsen – umframt Olaf Berg og Finnbjørn Vang.

– – –

Tað vóru í alt 35 telvarar, sum sessaðust við talvborðini í Havnar Telvingarfelag, tá FM í Snartelving varð telvað seinnapartin leygardagin.

Telvað vórðu 9 dupultumfør – ella samanlagt 18 talv. Umhugsunartíðin er bert 5 minuttir í part til talvið í snartelving og hetta innibar til tíðir sera undirhaldandi snartelving har ferðin var øgilig.

Undan FM-kappingini, vóru 3 telvarar, sum áður hava vunnið FM heitið 4 ferðir, síðani kappingin byrjaði í 1980.

Spenningur var sostatt um, hvørt Helgi Dam Ziska fór at megna at taka metið, og tað var júst tað, hann gjørdi, hesin framúr sterki telvarin, sum eisini er úr sannari telvaraætt.

Helgi vann FM heitið hesaferð við 15½ stigi, av 18 møguligum. Sostatt misti hann bara eitt hálvt stig aftur at teimum báðum stigunum, sum hann misti ímóti Olafi Berg.

Sostatt skrivaði Helgi seg í søgubøkurnar sum mest vinnandi snartelvarin nakrantíð. Leggjast kann afturat, at tað er heilt einastandandi at hava vunnið FM heitið 5 reisur uppí slag. Enn eitt met sum verður sera sera trupult at knógva.

Men sum nevnt slapp Helgi slapp ikki snikkaleysur í kappingini, tí Olaf Berg, sum endaði bara 1½ stig aftan fyri Helga í endaligu støðuni við 14 stigum, gav Helga av álvara ein skarpan gang við at tinna 2-0 á Helga.
Nakað óvæntað úrslit teirra millum, men sum sagt hevur Olaf í seinastuni víst sera góðar taktir, og øll, sum fylgja við í føroyskari telving, vita, hvussu evnaríkur Olaf er. Bæði evnaríkur og ungur, so har er eisini nógv gott í væntu.

Úrtøkan hjá Finnbjørn Vang á triðjaplássi gjørdist 12½ stig.

Einar Gregersen
3. ratingvirðisløn

Í slíkum kappingum er eisini altíð spenningur um, hvør av telvarunum klárar seg best í mun til sítt egna styrkital.

Ta kappingina vunnu hesaferð Rógvi Egilstoft Nielsen (1 ratingvirðisløn), Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (2 ratingvirðisløn) og Einar Gregersen (3 ratingvirðisløn).

FM í Snartalv 2008 – endastøðan:

  1   Ziska, Helgi D.              2409 15.5 stig
  2   Berg, Olaf                     2191 14.0 stig
  3   Vang, Finnbjørn            2072 12.5 stig
  4   Nolsøe, Eyðun              2177 12.0 stig
 5-6  Rødgaard, John           2354 11.5 stig
      Nielsen, Rógvi E.           1913 11.5 stig
 7-8  Poulsen, Martin           2261 11.0 stig
      Samuelsen, Carl E. N.    2268 11.0 stig
9-11  Justinussen, Sigurð    1810 10.5 stig
      Nielsen, Torkil                2029 10.5 stig
      Jógvansson, Hjalt T.      1822 10.5 stig
 12   Jacobsen, Heiðrikur     1625 10.0 stig
13-15 Johansen, Haldur S.  1970   9.5 stig
      Joensen, Jógvan           1850   9.5 stig
      Gregersen, Einar           1235   9.5 stig
16-21 Hansen, Herluf          2045   9.0 stig
      Nielsen, Høgni E.           1653   9.0 stig
      Mikkelsen, Jón               1714   9.0 stig
      Jacobsen, Súni              1836   9.0 stig
      Dam, Vagnur                  1499   9.0 stig
      Thomsen, Jónfinn           1800   9.0 stig
22-23 Thomsen, Bernhard   1898   8.5 stig
      Gregersen, Heðin           1345   8.5 stig
24-25 Berg, Margar              1625   8.0 stig
      Olsen, Alfred                  1056   8.0 stig
26-27 Stórá, Borgar J.            179   7.5 stig
      Joensen M., Jón              1129   7.5 stig
28-32 Andreasen, Jón          1622   7.0 stig
      Lon í, Ronny                   1546   7.0 stig
      Johannesen, Bergur       1366   7.0 stig
      Mortensen, Jóhan R.       1149   7.0 stig
      Hentze, Jóhan                 1164   7.0 stig
33-35 Gregersen, Julian        1000   6.0 stig
      Jacobsen, Rúni T.            1047   6.0 stig
      Olsen, Sjúrður                 1038   6.0 stig