Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í svimjing

(Hannefía Joensen)

FM í svimjing verður í Havn hetta vikuskifti, 16. 17. & 18. mai.

Ægir hevur 8 svimjarar við til FM 2008

Hesir svimjarir umboða ÆGIR
• Monika Biskopstø (árg. 1994)
• Gunnrið Dam (árg. 1994)
• Cecilia Eysturdal (árg. 1996)
• Katrina Akursmørk (árg. 1996)
• Gunn Joensen (árg. 1996)
• Alvi Hjelm (árg. 1996)
• Bjarni M. Petersen (árg. 1992)
• Kristian Olsen (árg. 1985)

Í sambandi við árligu FM-stevnuna hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi. Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.

Kappast verður eftir hesi skrá:
• Fríggjadagin 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
• Leygardagin 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
• Sunnudagin 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30
Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl.17:45

Eisini ber til at fylgja við “LIVE” á internetinum.

Tað ber til at fylgja við úrslitunum “LIVE” frá Føroysku Meistarastevnuni í Gundadali, far inn á

http://www.livetiming.se/index.php?cid=152