Tey fyrstu 4 umførini hevði Eyðun Nolsøe bert mist eitt hálvt stig og lá einsamallur á odda, men í fimta umfari varð sigursrøð hansara steðgað av FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen, so nú er Olaf Berg aftur fremstur.
Tey fyrstu 4 umførini hevði Eyðun Nolsøe bert mist eitt hálvt stig og lá einsamallur á odda, men í fimta umfari varð sigursrøð hansara steðgað av FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen, so nú er Olaf Berg aftur fremstur.
Spenningurin økist í Landsliðsbólkinum, nú 5 av íalt 9 umførum eru telvað, og tað so smátt fer at nærkast endaspurtinum í kappingini um, hvør verður føroyameistari í talvi 2013.
Í 5. umfari, sum varð telvað í dag, mikudagin 27. mars 2013, vunnu Hans Kristian Simonsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Ólavur Simonsen, Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen, sum basti Martini Poulsen.
Støðan er nú tann, at Olaf Berg er fremstur við 4 stigum, tætt eltur av Eyðuni Nolsøe við 3,5 stigum, og síðan koma tríggir á triðjaplássinum: Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Sostatt er einki avgjørt enn í Landsliðsbólkinum, har vinnarin verður føroyameistari í talvi anno 2013.
Úrslitini í 5. umfari, 27. mars 2013 – Landsliðsbólkurin:
Simonsen Hans Kristian 1 – 0 Vang Finnbjørn
Nolsøe Eyðun 0 – 1 Samuelsen Carl Eli Nolsøe
Simonsen Ólavur 1 – 0 Hansen Herluf
Berg Olaf 1 – 0 Brekká Hanus
Poulsen Martin 0 – 1 Nielsen Høgni Egilstoft
Støðan eftir 5 umfør – Landsliðsbólkurin:
1 Berg Olaf 4.0
2 Nolsøe Eyðun 3.5
3 Simonsen Ólavur 3.0
4 Poulsen Martin 3.0
5 Samuelsen Carl Eli Nolsøe 3.0
6 Nielsen Høgni Egilstoft 2.5
7 Simonsen Hans Kristian 2.5
8 Vang Finnbjørn 2.0
9 Hansen Herluf 1.0
10 Brekká Hanus 0.5
Dupult umfar
Skýrishósdag
Í morgin, Skýrishósdag, verða tvey umfør telvað – tað fyrra byrjar kl. 10.00 fyrrapartin og tað seinna byrjar kl. 17.00 seinnapartin.
Sostatt kunnu úrslitini Skýrishósdag skjótt fara at fáa avgerandi ávirkan á, hvar føroyameistaraheitið endar.
Telvararnir møtast soleiðis Skýrishósdag:
Kl. 10.00:
Vang Finnbjørn – Nielsen Høgni Egilstoft
Brekká Hanus – Poulsen Martin
Hansen Herluf – Berg Olaf
Samuelsen Carl Eli Nolsøe – Simonsen Ólavur
Simonsen Hans Kristian – Nolsøe Eyðun
Kl. 17.00:
Nolsøe Eyðun – Vang Finnbjørn
Simonsen Ólavur – Simonsen Hans Kristian
Berg Olaf – Samuelsen Carl Eli Nolsøe
Poulsen Martin – Hansen Herluf
Nielsen Høgni Egilstoft – Brekká Hanus




