Um listin á www.faroechess.com er endaliga dagførdur, so verður FM í ár ein kapping millum 4 klaksvíkingar, 4 havnarmenn og 2 kollfirðingar, sum skulu dystast í landsliðsbólkinum saman við 6 útlendskum IM- og GM-arum.
Fríggjadagin var seinasta freist at melda seg til luttøku í talv-FM, sum verður á páskum.
Niðast í hesi grein prenta við nøvnini á teimum, sum stóðu tilmeldaðir á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya fríggjakvøldið.
Heini Olsen fremstur
av klaksvíkingunum.
Ovasti klaksvíkingurin á listanum í landsliðsbólkinum er Heini Olsen, sum Norðlýsið hevur eina samrøðu við aðrastaðni her .
Heini, sum í løtuni hevur ratingtalið: 2283, er eisini mest vinnandi telvarin í føroyskari talvsøgu, tá um FM-heitið fyri einstaklingar ræður.
Tí skuldi verið óneyðugt við nakrari nærri frágreiðing um Heina, sum tykist vera uppsettur til FM í ár.
Eyðun Nolsøe ein
sera virkin telvari.
Eins og Heini býr Eyðun Nolsøe eisini á flatlondum, har hann í fleiri ár hevur verið virkin sum telvari ikki minst hesi seinastu árini.
Eitt tað seinasta avrikið hjá Eyðuni í so máta man óiva vera árliga talvkappingin FM í útisetu, har Eyðun telvaði seg í finaluna, har hann møtti hægst rataða føroyska telvaranum í løtuni: John Arna Nilssen úr Skopun, sum hevur ratingtalið 2402. Eyðun Nolsøe hevur sjálvur 2268 í rating, sum gevur honum eitt fjórðapláss á føroyska listanum.
Eyðun skuldi tí verið væl fyri til FM-kappingina á páskum.
Ólavur var nr. 3 í 2001,
Nr. 2 í fjør nr. 1 í ár?
Á hugnaliga kjaktorginum talvtos á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya (TSF) er mangan stuttligt at lesa hugnaliga reypið millum hesar fremstu telvarar okkara.
Millum annað verður har ført fram, at Ólavur Simonsen í fyrraárið endaði sum nr. 3. Í fjør kleiv hann upp á annaðpláss. Um henda gonga heldur fram
ja, so er bara eitt pláss eftir – nevniliga nr. 1.
Um hetta fer at eydnast Ólavi í ár er sjálvandi ikki til at siga, men hann er sterkur telvari, sum avgjørt ikki skal avskrivast frammanundan.
Finnbjørn Vang er
4. klaksvíkingurin.
Fjórði klaksvíkingurin í sterkasta bólkinum í FM í ár er Finnbjørn Vang.
Hann hevur ikki tað neyðuga ratingtalið fyri at verða við sambært vanligu treytunum men er tó við, av tí at hann í FM í fjør vann næst sterkasta bólkin.
Hvussu Finnbjørn í ár fer at klára seg millum teir bestu, er sjálvandi ilt at siga, men hann er ein spennandi telvari, sum ikki letur seg ræða av mótstøðumonnum heldur tvørturímóti.
Rani, Terji og Ingolf
verða við í 1. bólki.
Í næst sterkasta bólkinum, sum verður nevndur 1. bólkur, verða fleiri spennandi og sterkir telvarar, sum hava meir enn 2000 í rating, við í ár.
Klaksvíkingarnir í hesum bólkinum eru Rani Nolsøe, Terji Petersen og Ingolf Gaard.
Í 2. bólki verður bara ein klaksvíkingur, Esbern Christiansen, sum hevur klárað seg væl í liðkappingini fyri KTF í vetur.
Í unglingabólkinum eru fleiri úr Kl. Talvfelag, m.a. Rani Baldursson, sum hevur væl sterkasta ratingatalið í bólkinum.
Luttakararnir við FM á páskum eru annars hesir (smb. www.faroechess.com):
TALV FM 2003 Atlantic Airways CUP 12.04-03-19.04.03
Landsliðsbólkurin
IM John Shaw (SCO) 2474
IM Kim Pilgaard (DEN) 2440
IM Christian Jepson (SWE) 2412
GM Heikki Westerinen (FIN) 2360
IM Eirik Gullaksen (NOR) 2354
Flóvin þ. Næs HT 2317
FM Heini Olsen KTF 2283
Eyðun Nolsøe KTF 2268
IM Sævar Bjarnason (ISL) 2258
Martin Poulsen HT 2245
Ólavur Simonsen KTF 2223
Hans Kristian Simonsen KT 2203
Torbjørn Thomsen KT 2171
Carl Eli N. Samuelsen HT 2170
Jóan Hendrik Andreasen HT 2164
Finnbjørn Vang KTF 2006
1. bólkur
Heini Danielsen HT 2146
Bogi Ziska TT 2141
Olaf Berg HT 2128
Rani Nolsøe KTF 2103
Terji Petersen KTF 2079
Herluf Hansen HT 1981
Jóhannes Ellefsen MT 1828
Ingolf Gaard KTF 1811
Sámal Christiansen TFS 1801
Andreas Andreasen TT 1764
2. bólkur
Rógvi Jacobsen ST 1759
Jákup á R. Andreasen VT 1756
Jákup Thomsen HT 1732
Sigurð B. Justinussen HT 1729
Esbern Christiansen KTF 1698
Súni Jacobsen HT 1696
Óli Strøm 1670
Jógvan Martin F. Joensen KT 1650
Jón Mikkelsen VT 1604
Martin Jóanesarson VT 1400
Rógvi Hansen VT 1249
Jóhan Jákup Vørmadal VT
Hanus Jóanesarson VT
Unglingar
Rani Baldursson KTF 1561
Rógvi Mortensen HT 1397
John Martin Andreasen VT 1347
Andras Ortind MT 1270
Henry Berg HT 1261
Árant Djurhuus KT 1241
Rógvi Dragaberg KTF 1187
John Johannesen VT 1170
Margeir Berg HT 1112
Herborg Hansen KTF 1086
Eilif M. Arge KTF 1053
Jóhan Hendrik Ellefsen MT 1053
Jaspur T. Enghamar HT 1045
Bjarni Jacobsen HT 1034
Danny Baldursson KTF 1021
Berint Kalsø KTF 1000
Hálvdan B. Dalsgarð HT 1000
Rúni Vørmadal VT 1000
Borgar Jónsson Stórá VT
Bárður Jónsson Stórá VT
Reidar Egilsnes VT
Eyðálvur í Dávastovu VT
Robert Andreasen VT
Magnus Múller VT
Jógvan Emil Joensen VT
Jóhan Vørmadal VT
Bárður Joensen
Sjúrður Thorsteinsson
Óla Jákup Muller HT
Jaspur T. Gaard HT
Arnhold Simonsen HT
Andreas Simonsen HT
Frank Andrias Guttesen GT
Eldra bólkurin
Gunnar Joensen TFS 1827
Gunnar Reynslág HT 1530
Sámal Andrias Jacobsen HT 1275




