Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í talvi – Rani Baldursson og Janus Skaale framvegis fremstir

Norðl`ysið

Eftir 3 umfør er Rani Baldursson einsamallur á odda í 1. bólki við 2,5 stigum, og í Unglingabólkinum er Janus Skaale fremstur saman við tveimum øðrum telvarum, har allir hava fult stigatal eftir 2 umfør.

Eftir 3 umfør er Rani Baldursson einsamallur á odda í 1. bólki við 2,5 stigum, og í Unglingabólkinum er Janus Skaale fremstur saman við tveimum øðrum telvarum, har allir hava fult stigatal eftir 2 umfør.

Nú triði kappingardagurin, mánadagurin 25. mars 2013, í FM í talvi fyri einstaklingar er av, kann ikki sigast annað enn, at klaksvíkingar liggjar væl fyri í fleiri av bólkunum, sum kappast verður í.

Sum greitt verður frá í aðrari grein, liggur Eyðun Nolsøe á odda í Landsliðsbólkinum, Rani Baldursson er fremstur í 1. bólki, og í Unglingabólkinum er ein triði klaksvíkingur í fremstu røð, nevniliga Janus Skaale, sum hevur fult stigatal saman við tveimum øðrum unglingatelvarum.

Rani og Tummas Martin

nummar 1 og 2 í 1. bólki

Mánadagin 23. mars møttust klaksvíkingarnir báðir í 1. bólki, Rani Baldursson og Tummas Martin Sólsker, og úrslitið gjørdist javnleikur, sum var nóg mikið hjá Rana til at varðveita fyrstaplássið við 2,5 stigum.

Annaðplássið á stigatalvuni er í løtuni mannað av 3 telvarum, sum allir hava 2,0 stig. Millum hesar er Tummas Martin Sólsker, ið sostatt eisini liggur væl fyri á stigatalvuni.

Úrslitini í 3. umfari – 1. bólkur:

Jákup á Rógvu Andreasen – Sigurd B. Justinussen 1-0

Heiðrikur Tindskarð Jacobsen – Súni Jacobsen 1-0

Bernhard Augustinussen – Margar M. Berg 0-1

Tummas Martin Sólsker – Rani Baldursson ½-½

Andrias Danielsen – Rógvi M. Olsen 1-0

Støðan í 1. bólki eftir 3 umfør:

01) Rani Baldursson2,5 stig

02) Heiðrikur Tindskarð Jacobsen2,0 stig

03) Jákup á Rógvu Andreasen2,0 stig

04) Tummas Martin Sólsker2,0 stig

05) Súni Jacobsen1,5 stig

06) Andrias Danielsen1,5 stig

07) Margar M. Berg1,5 stig

08) Sigurd B. Justinussen1,0 stig

09) Bernhard Augustinussen0,5 stig

10) Rógvi M. Olsen0,5 stig

Í Unglingabólkinum:

tríggir á fyrstaplássi

Eftir enn ein sigur í 2. umfari liggur ungi klaksvíkingurin, Janus Skaale, fremstur á stigatalvuni við fullum stigatali saman við tveimum øðrum telvarum: Leif Reinert Fjallheim og Eli W. Finnson.

Teimum í hølunum koma Bjarki Bertholdsen úr Klaksvíkar Talvfelag og Áron Reinert Fjallheim, sum hava eitt stig í part.

Aftastir eru Ragnar Weihe, Mikkjal A. Jacobsen og Benjamin Reinert Fjallheim, sum enn eiga tey fyrstu stigini á.

Í Almenna bólkinum vann Vagn Heldarskarð sítt talv í 3. umfari og hevur harvið vunnið sítt fyrsta stig í kappingini.