Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM í talvið fyri ung: Klaksvík væl við í kappingini fyri ung

Norðlýsið ÍTROTTUR

Kl. Talvfelag er væl við í kappingini um heiðursmerkini í FM fyri ung og at umboða Føroyar í Talv-NM, sum verður í Føroyum í februar.

www.faroechess.com skrivar, at seinna innleiðandi undankappingin í FM í talvi fyri ung varð telvað í Sandavági sunnudagin 16. november. Fyrra kappingin var í Vestmanna. Eftir seinnu kappingina, verður drigið saman um, og tey 8, sum samanlagt hava staðið seg best í hvørjum aldursbólki, luttaka í FM finaluni.

Finalan verður telvað í Tórshavn, tann 29. november, kl. 10.00.

Kappingin er skipað í 5 aldursbólkum: U10, U12, U14, U16 og U20. Elsti bólkurin telvar bert finaluna.

Umframt at vera FM kapping í hvørjum aldursbólki sær, er talan samstundis um úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið í talvi, sum verður í Føroyum 12.-14. februar 2009.

Føroyameistarin og nr. 2 í hvørjum aldursbólki vinna sær rætt til luttøku í Norðurlendsku kappingini.

Føroyar luttaka við 10 telvarum – á jøvnum føti við hini norðurlondini.

U10-bólkurin:
Julian Gregersen og Janus Skaale
blivu nr. 2 og 3 í spennandi bólki

Yngsti bólkurin gjørdist óvanliga spennandi. Tá seinasti leikur var fluttur, vóru heili 4 telvarar í oddinum við 5 stigum.

Mikkjal Bjartalíð av Sandi gjørdi rættiligt hol í sjógvin í sínari fyrstu FM kapping. Skelkaði teir meiri royndu telvararnar. Eftir at 5 umfør var hann í oddinum við fullum stigatali !

Men tá avtornaði fór óhepni Mikkjal til Sands aftur við ongum. So eirindaleysur kann ítróttin eisini vera. Tapti tvey tey seinastu umførini og umdystur skuldi til, til tess at plasera virðislønirnar.

Í umdystinum var Silas Eyðsteinsson ísakaldur og hevði sjónliga stórstu orkuna at knógva Julian Gregersen, Mikkjal Bjartalíð – og javnt ímóti Janus Skaale.

Kappingin varð sera jøvn og onnur høvdu somuleiðis hug at sleppa við í umdystin ! FM finalan verður ein sannur gysari !

Støðan í U10:
(Telvarar føddir 1998 og seinni)

01) Silas Eyðsteinsson Sandavágur 5,0 stig
02) Julian Gregersen Klaksvík 5,0
03) Janus Skaale Klaksvík 5,0

04) Mikkjal Bjartalíð Sandur 5,0
05) Magni Weihe Sandavágur 4,5
06) Súsanna Jacobsen Havn 4,5
07) Rúni í Lon Havn 4,0
08) Valborg Jacobsen Havn 4,0
09) Pætur Petersen Skálavík 3,0
10) Eli W. Finnson Havn 3,0
11) Janus Samuelsen Sandavágur 3,0
12) Flóvin Hans Jógvansson Havn 2,0
13) Rói Johannesen Kaldbak 1,0

U12-bólkurin:
Heðin Gregersen nr. 3
og Leivur í Buð nr. 5

Eins og í fyrru kappingini, gjørdist tað tann sama trio-in sum setti seg á heiðursmerkini.

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vísti enn einaferð sína styrki og vann við fullum stigatali. Tað gjørdi hann eisini í fyrru kappingini í Vestmanna. Heldur á har hann slepti í fjør í U10 bólkinum.

Men serliga Sjúrður Olsen og Heðin Gregersen sýnast als ikki vera sinnaðir at sleppa takinum.

FM-finalan verður óvanliga spennandi  – ikki minst, hvør av riðilinum av telvarum, í minsta lagi tryggjar sær 2. plássið, sum tryggjar NM-luttøku.

Støðan í U12-bólkinum:
(Telvarar føddir 1996-97)

1  Høgni E. Nielsen, Sandavágur  8,0
2  Sjúrður Olsen, Vestmanna  7,0
3  Heðin Gregersen, Klaksvík  6,0
4  Rúni T. Jacobsen, Havn  5,0
5  Leivur í Buð, Klaksvík  3,5
6  Alfred Olsen, Vestmanna  3,5
7  Magni J. Hansen, Hoyvík  1,5
8  Jákup á Rógvu, Vestmanna  1,5
9  Eyðun Mellemgaard, Vestmanna  0,0


U14-bólkurin:

Einar Gregersen forfall,
men verður við í finaluni

Sára Traber Olsen kveistraði alla mótstøðu til viks í U14 bólkinum, tá hon vann kappingina sera sannførandi við fullum stigatali. Saman við Sáru, vórðu tað serliga Pætur Poulsen og Johan Hentze sum myndaðu oddastríðið.

Og FM-finalan verður eisini í hesum bólkinum óvanliga spennandi og fullkomiliga opin. Sára Traber Olsen hevur roynt at vinna FM-heiti í U12 bólkinum.

Kappingarneytarnir, haríroknað Einar Gregersen, sum hevði forfall sunnudagin, eru svangir eftir at royna tað sama.
 
Støðan í U14-bólkinum:
(Telvarar føddir 1994-95)

1  Sára Traber Olsen, Havn  6,0
2  Pætur Poulsen, Skopun  5,0
3  Johan Hentze, Norðskála  4,0
4  Johan Vørmadal, Vestmanna  2,0
5  Torkil Jespersen, Skopun  2,0
6  Bárður J. Stórá, Vestmanna  1,0
7  Hørður, 1,0