Í kappróðrinum hjá 6-mannaførunum við monnum var tað ein lokal sensasjón, at Sundabáturin var fyrr á mál enn Páll Fangi, sum fyri fáum døgum síðan í einum venjingarkappróðri var 20 sekund skjótari enn sundamenninir.
Tað var føroyameistarin í fjør, Smyril úr Vági, sum vann hendan kappróðurin.
Páll Fangi var uttastur vestureftir, sum eftir øllum at døma er ein vansi, tí burtursæð frá Havnarbátinum hava allir vinnararnir í kappróðrunum á Norðoyastevnu ligið í hinum borðinum inn ímóti Kósabrúnni har veður og vindur óiva eru til fyrimunar fyri bátarnar.
Úrslitið av kappróðrinum millum 8-mannaførini var hetta:
1) Smyril 8.25
2) Jarnbardur 8.25 +1 sekundpart
3) Strálan 8.32
4) Lómur 8.33
5) Sølmundur 8.36
6) Gongurólvur 8.38
7) Sundabáturin 8.40
8) Páll Fangi 8.41
9) Snopprikkur 9.15




