Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM-kappróður á Sundalagsstevnu í dag

Jákup Ósá

Fer Norðingur at svara aftur og fer KRF at endurtaka góðu úrslitini frá stevnuni á heimasjógvi?

Annar FM-róðurin er á skránni í dag í Hósvík á Sundalagsstevnu. Tvær vikur eru síðani Norðoyastevnu, og tað ger hetta til eina kanska eyka spennandi stevnu, tí uppá tvær vikur kann nógv meir henda enn uppá eina viku. Harafturat liggja teir bestu bátarnir síð um síð á feltinum. Og so er tað veðrið. Í Klaksvík var mótvindur, meðan tað hesaferð verður undanvindur.

Hjá 10-mannaførum er eins og í fjør spennandi uppgerð millum tveir bátar úr Norðoyggjum. Á Norðoyastevnu var javnt áðrenn endaspurtin, har Klaksvíkingur fór nakað væl framum. Norðingur hevur nú havt meira tíð í nýggja bátinum, meðan Klaksvíkingur sum eftir ætlan hevur gjørt eina broyting í manningini. So er spurningurin, um hetta fer at broyta úrslitið. Í fjør vann Norðingur á Norðoyastevnu, men so vann Klaksvíkingur rest. Fer tað øvugta at henda í ár? Róðurin hjá 10-mannaførum stendur til at byrja kl. 17.20.

Í hinum róðrunum hevur KRF nógvar sigrar at verja frá Norðoyastevnu, tá KRF vann heili fimm av níggju róðrum. Fleiri sigrar vóru sannførandi, men so vóru eisini spennandi róðrar.