Í samband við at KÍ hevur vunnið FM hjá bæði kvinnum og monnum fara vit í Norðlýsinum at markera tað við at seta KÍ á breddan alla hesa vikuna í sendingini “Komið øll við”
Vit tosa við KÍ fólk, so sum venjararnar, nevndarumboð, leikarar kvinnur og menn, fjepparar og serfrøðingar v.m.
Fyritøkur hava møguleikan at senda heilsan – jinglur – til KÍ kvinnurnar og menninar. Til ber enn at fáa heilsur við. Sendið boð á info@nordlysid.fo
Sendingarnar hoyrast beinleiðis á heimasíðu okkara, umframt á FM 98,7 í Klaksvík. Vit leggja síðani samrøðurnar á heimasíðuna seinni eisini, so fólk kunnu lurta eftir tørvi.
Komið øll við hoyrist hesar tíðir:
- Týsdag: kl. 13 – 15
- Mikudag: kl. 13 – 15
- Hósdag: kl. 13 – 15



