Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM TRI 2024 OL teinur í Klaksvík

Norðlýsið

Í dag verður kapping í FM TRI 2024 OL teini í Klaksvík. í millum kl 14:00-16:00 kann roknast við at súkklur síggjast eru á vegnum.

FM kappingin í triathlon á olympiskum teini verður hildin í Klaksvík í dag, har svomið verður í svimjihøllini í Klaksvík, súkklu og renni ruta síggjast í leinkjuna niðast á síðuni.

SKRÁ (BROYTING KANN KOMA FYRI STARTTÍÐ)
Kl. 12.00 Kunningarfundur og innskriving
Kl. 12.30 Upphiting
Kl. 13.15 Startuppkall í svimjihøllini
Kl. 13.30 Startur
Kl. 16.00 Heiðursmerkjahandan

Svimjing
Svomið verður í svimjihøllini í Klaksvík, har svimjarar svimja aftur og fram á somu geil. Teljari er fyri hvørja geil. Tað er ikki loyvt at svimja í drakt ella neoprenshorts.

Súkkling
Súkklingin er uttan drafting. Súkklað verður frá Svimjihøllini tvær ferð til Norðoyrar at venda, aftur til rundkoyringina við Vágsbø og norð á Bakkafrost við Strond at venda aftur til Svimjihøllina í Klaksvík. Teinurin sæst á kortinum niðast á síðuni.

Renning
Runnið verður frá svimjihøllini. Teinurin skal rennast tvær ferðir og sæst á kortinum niðast á síðuni.