Herfyri varð FM fyri ung hildið á Tórsbreyt í Havn, har ungir íðkarar úr Treysti vunnu tilsamans heili 48 heiðursmerkir. Av tí at so nógvar kappingar eru, so verður kappast í tveir dagar. Trimum rennigreinum, tveimum lopgreinum og tveimum kastigreinum. Líkindini at kappast vóru av teimum allarbestu báðar dagarnar. Tilsamans vóru tað umleið 80 børn og ung sum kappaðust.
Sum øllum kunnugt, so eru ongar umstøður til frælsan ítrótt í Klaksvík, og tí hava børn, foreldur og venjari ótroyttiliga koyrt út á Svangaskarð til venjing tvær ferðir um vikuna síðani apríl mánað. Til hvørja venjing á Svangaskarði, so skal venjingarútgerð eisini havast við, og til hvørja kapping, sum Treysti fyriskipar á Svangaskarði, skal eisini útgerð flytast hartil, umframt at neyðugt er við “bussi” til “kontór”, so el-tíð og annað stendur innandura.
Treysti hevur í løtuni nakrar avbera góðar ungar íðkarar og nøkur sera eldhugaði foreldur, sum hava stórt rós uppiborið fyri góðan stuðul og góðu úrslitini.
Vónandi verður byrjað uppá økið til frælsan ítrótt í Klaksvík skjótast tilber. Við betri umstøðum, so er ongin ivi um at, bæði úrslit og íðkarar blíva uppaftur betur, og eisini vil talið av íðkarum økjast. Treysti, sum bleiv stovnað í 1998, er allarhelst einasta ítróttarfelag við heimstaði í Klaksvík, sum ongan heimavøll hevur.
Luttakarar úr Treysti vóru: Vibeka Sivertsen, Maria Josephsen, Bergit Svarvadal, Birita Ryan, Maria Biskopstø, Óluva A. Joensen, Oddvør Josephsen, Elin Kristina Ryan, Hans Sivertsen, Gunnar Sivertsen og Julian Gregersen.
Úrslitini hjá Treysti í FM ung 2015 blivu hesi:
|
FM ung 2015 |
|
|
|
|
|
|
|
Gentur 10-11 ár |
Maria J. |
Úrslit |
Vibeka |
Úrslit |
Bergit |
Úrslit |
|
60m |
5 |
10,67 sek. |
Silvur |
9,94 sek. |
4 |
10,04 sek |
|
300m |
5 |
58,69 |
Gull |
53,71 sek. |
Bronsa |
53,71 sek. |
|
600m |
5 |
2.24,20 min. |
Gull |
2.03,69 min. |
Bronsa |
2.09,48 min. |
|
Longdarlop |
5 |
2,89m |
4 |
3,27m |
Bronsa |
3,33m |
|
Bóltkast |
Bronsa |
26,80m |
5 |
16,63m |
Silvur |
27,66m |
|
Kúlustoyt |
4 |
5,91m |
7 |
4,16m |
5 |
5,31m |
|
4x100m 10-11 ár |
Gull |
67,38 sek |
Gull |
67,38 sek |
Gull |
67,38 sek |
|
4x200m 12-13 bl. |
|
|
Gull |
2.27,93 min. |
|
|
|
4x100m 12-13 ár |
|
|
Bronsa |
61,14 sek. |
Bronsa |
61,14 sek. |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Gentur 12-13 ár |
Birita |
Úrslit |
Maria B. |
Úrslit |
Óluva |
Úrslit |
|
80m |
Gull |
11,55 sek |
6 |
12,24 sek. |
|
|
|
300m |
6 |
49,46 sek. |
5 |
48,26 sek. |
|
|
|
600m |
|
|
Gull |
1.47,47 min. |
|
|
|
Longdarlop |
Gull |
4,49m |
8 |
4,08m |
|
|
|
Hæddarlop |
Bronsa |
1,37m |
4 |
1,28m |
|
|
|
Kúlustoyt |
Silvur |
9,44m |
6 |
7,67m |
|
|
|
Spjótkast |
|
|
5 |
23,65m |
Gull |
34,99m |
|
4x100m 12-13 ár |
Bronsa |
61,14 sek. |
Bronsa |
61,14 sek. |
|
|
|
4×200
Ítrottur
Tríggir altjóða dystir í Klaksvík komandi vikurnarklaksvik.fo
Mentan
Fá atgongumerkir eftir til Floksmannadagin 2027Tey sum ætla sær á floksmannadagar komandi ár mugu skunda sær, tí bert nøkur heilt fá atgongumerkir eru eftir Keyp…
Tíðindi
Limaoyggjar á undanvitjanBetri Oyggjaleikir 2027 nærkast í hvørjum, og tað merkist nú av álvara. Fríggjamorgunin byrjar umfatandi undanvitjan, har umboð fyri limaoyggjar… Norðlýsið nýggja heimasíðuNorðlýsið mennir seg við tíðini. Frá fyrstu útgávuni av blaðnum til heimasíðudagføringinia í dag |




