Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM-veitsla** í Pike í kvøld

Tíðindaskriv

– Útgerðin er keypt, tónleikararnir eru klárir og vit gera alt sum skal til fyri at KÍ-viðhaldsfólkini fáa eitt super kvøld, um KÍ vinnur FM, sigur stjórin í Pike.

Andras S. Jacobsen er stjóri í Pike, sum liggur við vøllin við Djúpumýrar. Hetta er eisini ein KÍ-barr, sum ger nógv burturúr, tá KÍ fær síni stóru úrslit. Eitt av hesum kann koma í kvøld, tá KÍ kann vinna sítt FM nr. 20. Tað hendur, um HB fær stig móti Víkingi á Tórsvølli. Tann dysturin byrjar kl. 19.45. Í Klaksvík tykist alt róligt í dag, men veddingarfyritøkur meta, at møguleikin er stórur fyri, at KÍ longu vinnur FM í kvøld.

– Vit eru klár, um KÍ vinnur FM í kvøld. Útgerðin til at feira hetta er keypt, lokalar tónleikalegendur eru klárar at traðka til og vit vita um nógv KÍ-viðhaldsfólk, ið ætla sær í Pike í kvøld fyri at samlast, um nú KÍ vinnur FM. Har ímillum eisini KÍ-legendur, sum fyrr hava vunnið FM og løgmanssteypið fyri felagið. Hendur tað ikki, so mugu vit bíða í tvær vikur, og tað er heldur eingin trupulleiki, sigur Andras S. Jacobsen.

Tað er ókeypis at koma inn í Pike, har tað er 18 ár aldursmark.

Harleywoodpaint