Treysti fekk nógv burturúr FM renningini, tá sterka felagið kom aftur til Klaksvíkar við trimum FM heitum – Treysti vann alt.
Á lítlari móttøku í býráðshøllini í kvøld blivu FM vinnararnir heiðraðir við maner. Fyrst bjóðaði formaðurin í Treystinum Jonhard Larsen vælkomin, og greiddi hann eitt sindur frá marathonrenningini, og eisini segði hann, at venjingin til slíkar kappingar krevur nógv av luttakarunum, kanska serstakliga tí, at ein er rættuliga einsamallur undir venjing. Eisini nevndi hann Petur Petersen, ið fyri umleið 20 -30 árum síðani var fyrsti rennarin, sum sást venja í Norðoyggjum.
Síðani segði borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen nøkur orð, har hann gav Treystinum sín fulla stuðul, og undraðist á árræði hjá rennarunum, sum sóust renna í "einsemi" alt árið. Steinbjørn helt, at til hetta kravdist ein ótrúlig sjálvdisiplin.
Borgar Biskopstøð vann kappingina fyri menn., Fríðunn Steinberg vann kappingina fyri kvinnur og Poul Sundskarð vann kappingina fyri veteranar. Á móttøkuni fingu vit eisini eina mynd av Beinur Johannesen, ið vann silvur í kappingini fyri børn.




