Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM/NM-undankapping í telving – yngru aldursbólkarnir: Rógvi vann við fullum stigatali

John William Joensen

Favoritturin í aldursbólkinum 15-16 ár, Rógvi Dragaberg, hevði ivaleyst sett sær fyri, at úrtøkan í fyrru kappingini, sum var í Vestmanna fyri stuttum, har hann tapti 2 talv, ikki skuldi endurtaka seg.

Rógvi gjørdi bart og vann øll síni 7 talv í sínum bólki, sum hann sostatt vann við fullum stigatali. Herborg Hansen sum framdi sama bragd í fyrru kappingini, vísti enn einaferð, at hon er sera væl fyri og tapti eittans talvið – ímóti Rógva.
Eftir sera spennandi FM kapping í talvi fyri børn og ung sum var í Vestmanna vikuna undan, var seinna innleiðandi FM kappingin telvað í Klaksvík leygardagin tann 11. november 2006. 33 børn og ung møttu til kappingina.
Kappingin er skipað í 5 aldursbólkum: Upp til 10 ár (f. 1996 og yngri), 11-12 ár (f.1994/95), 13-14 ár (f.1992/93), 15-16 ár (f.1990/91) og 17-20 ár (f.1987/89). Elsti bólkurin telvar bert finaluna
Umframt at verða FM kapping í hvørjum aldursbólki sær, er talan samstundis um úttøkukapping til NM í talvi, sum verður í Íslandi í februar mánað 2007. Føroyameistarin og nr. 2 í hvørjum aldursbólki vinna sær rætt til luttøku í Norðurlendsku kappingini. Føroyar sendur – eins og seinnu árini – fulla manning, 10 telvarar, til kappingina – á jøvnum føti við hini norðurlondini.
Eftir hesar báðar undankappingarnar – í Vestmanna og Klaksvík – verður drigið samanum, og tey 8, sum samanlagt hava staðið seg best í hvørjum aldursbólki, luttaka í FM finaluni, sum verður í Argja skúla, leygardagin 2. desember.
FM kappingin í Klaksvík stóð onki aftanfyri fyrru undankappingina í Vestmanna, hvat spenningi og intensiteti viðvíkur. Hetta sæst greitt aftur, nú ongin av teim sum endaðu ovastir í fyrru kappingini megnaðu at endurtaka bragdið í Klaksvík. Hetta ber somuleiðis boð um eina óvanliga spennandi FM finalu í desember mánað, tí FM/NM stríðið sýnist víðopið í øllum bólkunum.
Rógvi uppreisn í elsta bólkinum
Favoritturin í aldursbólkinum 15-16 ár, Rógvi Dragaberg, hevði ivaleyst sett sær fyri, at úrtøkan í fyrru kappingin, har hann tapti 2 talv, ikki skuldi endurtaka seg. Gjørt bart og vann øll 7 talvini ! Herborg Hansen sum framdi sama bragd í fyrru kappingini, vísti enn einaferð, at hon er sera væl fyri og tapti eittans talvið – ímóti Rógva.
Í aldursbólkinum 15-16 ár fingu hesi ovastu plássini: 1) Rógvi Dragaberg 7 stig, 2) Herborg Hansen 6 stig, 3) Margar Berg 5 stig, 4) Bogi H. Eliasen 4 stig.
Einar Gregersen vann trygt bólkin 11-12 ár.
Einar Gregersen úr Klaksvík sýnist at mennast alsamt, sum úrslitini eisini bera boð um.
Hesaferð stóð hann seg best ímóti argastu kappingarneytunum og vann tryggan sigur tá samanumkom.
Jóhan Hentze og Jóhann Vørmadal, sum báðir luttóku í NM seinast og Jógvan Emil Joensen, umframt hini í bólkinum, fara tó at geva munagóða mótstøðu í finaluni. Ikki minst Eydna Andreasen sýnist eisini at vera væl við ímóti teim meira royndu dreingjunum. Samanumtikið ein víðopin FM kapping.
Tey ovastu plássini í bólkinum 11-12 ár: 1) Einar Gregersen 6 stig, 2) Jóhann Vørmadal 5 stig, 3) Jóan Hentze (e. Umdyst) 4½ stig, 4) Jógvan Emil Joensen 4½ stig og Eydna J. Andreasen 4 stig.
Heðin Gregersen bleiv nr. 2 í yngsta bólkinum.
Favoritturin í yngsta bólkinum, Høgni Egilstoft Nielsen (bróður Rógva E. Nielsen), fekk hesuferð væntaða sigurin til høldar. Men serliga Heðin Gregersen og Rúni T. Jacobsen (báðir brøður til vinnarar í eldru bólkunum), eru ein støðug hóttan um FM-gullið. Afturat hesum kemur ein riðil av ungum evnaríkum telvarum í bólkinum, sum liggja beint í hølunum og sum hava evnini at taka av møguleikanum, um hann býðst. Óvanliga javnur og spennandi FM bólkur hesuferð.
Tey ovastu plássini í bólkinum 10 ár og yngri: 1) Høgni E. Nielsen 6½ stig, 2) Heðin Gregersen 6 stig og nr. 3) Rúni T. Jacobsen 5 stig.

Harleywoodpaint