Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føðideildirnar á breddan

Jóhann Lutzen

Umboð úr samgonguni og andstøðuni mæltu til at føðideildirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi skulu latast uppaftur

Umboð úr samgonguni og andstøðuni mæltu á løgtingi júst nú, til at føðideildirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi skulu latast uppaftur

Tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevði orðið um løgmansrøðuna, mælti hon til at lata upp eina føðiklinikk og at henda skuldi verða í Klaksvík. Hon fekk stuðul úr samgonguni, tí bæði Óluva Klettskarð og Bjarni Hammer stuðlaðu henni. 
Óluva Klettskarð vísti á, at hon var samd og sinnað at tosað um at stovnað eina føðiklinikk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Bjarni Hammer spurdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um tað ikki var eitt hugskot at lata upp føðideildirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 
Jenis av Rana mælti eisini til at lata føðideildirnar upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.