Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føðingardags heilsan: Osla Heimustovu 75 ár

Norðlýsið

Osla er næst yngsta dóttur hjá Hildu og Karl á Høvdanum og búðu tey á Vágsheygnum í Klaksvík

1. Febuar verður Osla Heimustovu 75 ár. Osla er næst yngsta dóttur hjá Hildu (ætta úr Glasstovuni í Árnafirðið) og Karl á Høvdanum (ættadur av Strondum) og búðu tey á Vágsheygnum í Klaksvík. Hilda og Karl áttu 11 børn, 6 dreingir og 5 gentir. Osla giftust við Simon Joensen (síðani 1962 Heimustovu) sonur til Annu og Jóannes bónda úr Svínoy og búðsettust tey í Garðinum í Klaksvík og fingu tey 3 børn, sum øll búgva í Klaksvík. Elstur er Jóannes f. 1958 giftur vid Juliannu úr Sandavági og eiga tey 3 børn, Símun, Martin og Vár, síðani Karl Sofus f. 1962 giftur vid Sigrun úr Klaksvík og átti hon 2 børn Rosu og John Sigurd. Karl Sofus og Sigrun eiga 2 gentur, Àsla og Marið, yngst er Anna Svanhilda f.1966 gift vid Esmar úr Klaksvík og eiga tey 3 dreingir, Jóhan, Leif og Robert. Osla var heimagangandi meðan børnini vóru smá og fór hon at vaska í Òsaskúlanum, tá yngsta barni fór í skúla 1973. Hetta arbeidi røkti hon til fyrst í 90-inum tá maðurin, sum hevði veri sjómaður og síðani 1978 fór a Kósavirkið at arbeiða, gjørdist sjúkur og passadi hon hann til hann doydi 20-10-96. Osla er sera arbeiðssom og er ófør til mat, og dámar henni sera væl at baka. Hon bakar breyd, bollar, kakir, smákakir og eru tað fá sum kunnu gera henni rullukakirnar eftir. Vit vilja ynskja Oslu hjartaliga tillukku vid degnum og takka fyri alt gott. Føðingardagurin verdur hildin uppi í Skálanum frá kl 18 og eru øll hjartaliga vælkomin.