Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føðingardagsheilsan: Óla Hans Johannesen 70 ár

Heilsan frá familjuni

Tín partur í KFUM & K í Klaksvík liggur ikki eftir, hetta er títt andaliga heim, og her hevur tú eisini givið okkum ein lívsføring, sum vit enn kunnu byggja á og gleðast um. Er kavi so skumpar tú her, er tað hált so saltar tú, skalt okkurt gerast so ert tú klárur, og savnar eisini hópin av fólki rundan um teg. Takk fyri hetta pápi, og vit eru errnir at eiga ein so virkisfúsnan og dugnaliga pápa.

Ein kann heldur ikki koma uttanum, at fyri KÍ hevur tú altíð verið glaður og spentur. Til heimadystur ert tú altíð at finna uppi á trappuni hjá Tummas Thomsen, saman við nøkrum føstum viðhaldsmonnum, eins og at tú sunnumorgnar hevur rudda mál og annað út, soleiðis at leikandi er á Djúpumýru.

Eitt serligt hjarta hevur tú fyri abbabørnunum, bæði í Mikladali og her í Suðuroynni. Altíð klárur at veita eina hond, ganga ein túr, koyra og heinta, umframt at tú dugir at seta teg at práta við tey.

Tey eru øll sera glað, og errin um at eiga ein abba sum júst teg. Tey eru nú 7 í tali, úr 19 og niður í 4 mánaðir, hin yngsta sum eitur Hanna er uppkalla eftir tær.

Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við 70árunum og Jesus signi teg.

Synirnir við familju, Jógvan, Finn og Andrias