Góðu tit á Norðlýsinum,var upptikin í løgtinginum og fekk tí ikki høvi at vera til staðar á tykkara 100 ára føðingardegi, men hevði eg verið har, so hevði eg borið tykkum eina heilsan, ístaðin verður hon nú send tykkum.
Góðu tit á Norðlýsinum,var upptikin í løgtinginum og fekk tí ikki høvi at vera til staðar á tykkara 100 ára føðingardegi, men hevði eg verið har, so hevði eg borið tykkum eina heilsan, ístaðin verður hon nú send tykkum.
Lokalir
Nógv er sagt um Norðlýsið millum ár og dag, men eg hugsi at tað orðið, ið oftast hevur verið nevnt er ”lokalir”. Vit eru øll so ymisk, men eg haldi at tað er ein stórur fyrimunur við Norðlýsinum, at ein veit hvat ið ein fær. Tit eru lokalir og hjarta tykkara brennir fyri KÍ, Klaksvíkar sjúkrahúsið og tí ið fyriferst í Klaksvíkar kommunu. Ongin ferð skeivur í hesum og tað er slett ikki so galið.
Stóran týdning fyri lokalu samanhangsmegina
Tað hevur stóran týdning fyri eitt samfelag, at tað hevur eina sterka samanhangsmegi. Tað merkir at øll í samfelagnum kenna seg at hoyra saman og vera í sama báti. Norðlýsið eigur eina stóra æru av, at vit sum her búgva, kenna at vit hoyra saman og tað er ikki at forsmáa. Vit eru øll kedd, saman við tykkum tá ið KÍ tapir og ilskast, saman við tykkum, inn á dómaran.
Skal tú fram í politikki
Tað lærdi eg beinanvegin ið eg byrjaði at stilla upp til býráðið mitt í 1990’unum, at fáa tað sum eg hevði uppá hjarta í Norðlýsið, tað var eitt ”must”. Hetta var áðrenn Facebook og heimasíður. Men enn í dag skunda vit politikarar okkum, at kannað um okkara grein er komin á heimasíðuna á Norðlýsinum og tað er ikki frítt, at vit ilskast tá ið greinin hvørvur ov skjótt, tí onnur tíðindi eisini skulu fram at.
Minnist eisini tá ið tit fingust við útvarp. Serliga væl minnist eg eina valsending til býráðið, har vóru so fáar mikrofonir og rúmið var so trongt at vit máttu skiftast at vera inni.
Eg haldi eisini at eg gott kann siga, at tit á Norðlýsinum halda í oyrunum á okkum lokalu politikarum, tit eru ikki bangnir fyri at harta okkum, um vit ikki eru nóg stinn at verja borg.
At vera seg sjálvur
At enda vil eg, ynskja tykkum hjartaliga tillukku við stóra degnum og blíðan byr. Ynski mítt er, at tit halda fram at vera júst tey, ið tit eru, alt annað vildi gjørt tilveruna hjá okkum minni litríka. Hjartaliga tillukku.




