Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føðingardagur: Markus Heinesen 80 ár

John William Joensen

Fríggjadagin 14. februar, verður Markus Heinesen, vanliga nevndur Markus í Kunoy 80 ár.
Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Mylnugøtu 5 frá kl. 17.00.

Markus er føddur og uppvaksin "Heima í Húsi" í Kunoy.
Mamma hansara, Olivina, var ættað úr Kollafirði "undir Heygnum". Pápin var hin væl kendi skiparin Heini í Kunoy. Meginpartin av æviskeið síni sigldi hann við Seglhússkipunum.
Sum 13 ára gamal fekk Markus, tað tey kallaðu smittuna, og var einstíðandi við tuberklar, og lá hann tvær ferðir á Sannatoriinum.
Men sum Markus javnan tekur til "Várharra, sum alt gott gerð". Eg bleiv frískur aftur. Markus fór í snikkaralæru hjá Jóhan Petersen "Skard". Tá hann var liðugur har fór hann á tekniska skúla í Hillerød og tók sveinabræv har í 1947, og kom so heim aftur til Kunoyar.
Ein dagin sama ár hann var afturkomin úr Danmark og kom framvið "á Kirkjubakka" í Kunoy, har menn javnan hittust til túnatos og loystu dagsins stórmál, hitti Símun úr Haraldsundi hann og bað hann taka sær gomlu húsini niður og byggja nýggj uppaftur. Hetta var sera hugaligt og spennandi fyri nýklaktan snikkara, at fáa eina slíka uppgávu.
Men har hendi meira enn húsabyggjarí í Haraldsundi, Markusar viðvíkjandi.
Í Húsinum hjá Símuni og Suffíu Malenu (Fíulenu) vaks upp genta sum æt Ásla og millum Markus og hana rann saman um somu tíð.
Tey giftust í 1950 og bygdu í Klaksvík í 1954, og búðsettust har.
Markus og Ásla eiga 7 børn og 19 abbabørn.
Nú eru hjúnini búsitandi í Haraldsundi. Markus er sera áhugaður í seyðahaldi og hava tey nakað av seyði, ið Markus við ídni, hegni og áhuga røkir.
Markus hevur bygt nógv sethús í Klaksvík. Býráðshúsið, Telefonstøðina, og Posthúsið.
Saman við Petur í Gong bygdi hann nýggjasta partin av sjúkrahúsinum og tók gamla sjúkrahúsið niður. Seinnu árini arbeiddi hann sum formaður hjá Fa. Bergmál og Dekkon.
Hjartaliga tillukku og Guds ríku signing.

Familjan.