Vit hava tørv á meira skipaðum heildarætlanum í stríðnum ímóti lúsini, soleiðis at vit kunnu fáa nøkur meira effektiv úrslit, sigur Linda B. Jensen, sum fer at luttaka á ársins aliráðstevnu á Hotel Føroyum tann 22. februar.

Linda B. Jensen er leiðari fyri eini granskingarverkætlan hjá fóðurframleiðaranum Skretting, hvørs endamál er at gera heilsufóður, sum ger laksin meira mótstøðuføran ímóti lús.
Fyribils úrslit frá forprosjektinum vístu, at laksur, sum fekk heilsufóður, hevði munandi minni lús enn laksur, sum fekk vanligt fóður.
Tað vísti seg, at greitt samband er millum innihaldið í fóðrinum, proteinsamansetingina í slímlagnum og mótstøðuføri ímóti lús. Spurningurin er tí, júst hvørja ávirkan ymiskar fóðursamansetingar hava á skræðuna og slímlagið hjá laksinum, sum gera, at lúsin ikki setur seg á laksin.
Hesum fer Linda B. Jensen at greiða nærri frá á Aliráðstevnuni. Bæði í Noregi og Føroyum hevur alivinnan ávísar avbjóðingar við laksalús, og tí arbeiðir vinnan støðugt við at menna nýggjar hættir at basa hesum trupulleika.
Hetta er eisini orsøkin til, at Havbúnaðarfelagið hevur bjóðað Lindu B. Jensen á Aliráðstevnu tann 22. februar at greiða frá granskingarverkætlini við heilsufóðri.