Hanna Maria Poulsen, Fuglafjørð hevur lokið sveinaroyndina til føðsluhjálparaútbúgvingina. Hanna Maria hevur lært í Kantinukøkinum á Tekniska Skúla og í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hetta er fyrsti føðsluhjálparin, sum hevur tikið alla útbúgvinga í Føroyum.
Í dag fingu eisini tveir gastronomhjálparar prógv. Jóan Jakku Heinesen, sum hevur lært hjá Gist&Vist og Anfinn Gærdum, sum hevur lært hjá Hereford.




