Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fogh nýtir 32 mió. til spinndoktarar

John William Joensen

Donsku ráðharrarnir hava í miðal tríggjar háløntar settar í ráðnum til at handfara fjølmiðlar og annars hjálpa, tá hesir skulu fram í almenna rúminum

Skattgjaldaranir rinda í dýrum dómi, soleiðis at forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen og ráðharrar hansara kunnu stíga fram sannførandi í fjølmiðlunum og í almenna orðaskiftinum. Borgarliga stjórnin hevur síðani 2001 sett so nógvar serstakar ráðgevarar og so mong fjølmiðlafólk, at kostnaðurin nú liggur um 32 mió. krónur árliga, skrivar B.T.

Fyri hesa upphædd hava 18 ráðharrar sett 52 fólk innan hesa image-røktandi manning, ella stívliga trý fólk til hvønn ráðharra.

Hesar mongu starvssetanir eru farnar fram, hóast Anders Fogh Rasmussen í juni 2001, fáar mánaðir áðrenn hann sjálvur tók við sum forsætisráðharri, fanst at Nyrup-stjórnini fyri at seta floksfelagar í ráðini sum júst eitt slag av serligum ráðgevarum at hava ilt við at skilja sundur flokk og stjórn.

Borgarligir og sosialistar stundum ov líkir
“Javnaðarflokkurin hevur sitið so mikið leingi við stjórnarvaldinum, at teir síggja stjórnartólið sum egnu ogn sína. Teir síggja ikki longur, hvar markið fer millum ríkið og flokk. Teir leggja seg eftir valdinum við vinapolitikki, vinatænastum og snaring av valdinum”, segði Fogh Rasmussen.

Politiski framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Henrik Sass Larsen, er nú illur um, at Fogh og felagar nýta so nógvan pening uppá spinn.

“Her hendir júst tað, at profetiið hjá Fogh um, at ein ikki longur skilir millum ríkisvaldið og flokkstólið, er við at ganga út hjá honum sjálvum. Hevði hann nakra skammarkenslu í lívinum, so hevði hann gjørt nakað við tað”, sigur hann við B.T.

Leiðarin á fjølmiðlaútbúgvingini á Syddansk Universitet, Troels Mylenberg, ávarar um, at hesar mongu settu fjølmiðlafólk skáka javnvágina millum stjórn og fjølmiðlar.

“Skjótt eru fleiri spinndoktarar end fjølmiðlafólk á Christiansborg” sigur hann.

nj
Kelda: 180grader