– heldur enn at lata útlendingar fara við yvirskotinum
Kreativitetur, vørumenning og gransking eru ymsar síður av somu søk. Tær størstu vinnurnar í heiminum í dag eru tær vinnur, sum duga at góðska teirra tilfeingi optimalt. Eg sakni tí kjak um gransking í valstríðnum.
Hugsið tykkum, hvussu nógvan vinning álendingar, sum eru vorðnir stórir chipsframleiðarar, fáa burtur úr einum einstakum epli, tá tað verður selt sum chips á eini bensinstøð.
Hugsið tykkum, hvussu nógv íslendski landbúnaðurin fær burturúr einum litri av mjólk, tá hann í ein snøggum plastikkbikari verður verður seldur sum skyr.
Hugsið tykkum, hvussu nógv íslendingar fáa burturúr tí turra fiski, teir selja okkum í fleiri útgávum.
Hugsið tykkum, hvussu nógv vit høvdu kunnað fingið burturúr einum makreli, um vit góðskaðu hann til dygdarvørur fyri høgan prís.
Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað liggur nógv gransking og menning aftanfyri allar vørur, áðrenn tær fara at selja seg sjálvar. Øll framleiðsla verður eisini javnan rationaliserað fyri at gerast kappingarfør. Tá er ikki annað at gera, enn áhaldandi at vera kreativ, skapa nýggja framleiðslu og vørumenna.
Fara rationaliseringar fram á einum vinnuøki, mugu vit skapa nýggja framleiðslu á einum øðrum.
Gransking yvirhøvur, serliga vinnugransking, umframt nýskapan, íverksetan og marknaðarmenning hevur tí alstóran týdning, um vit framhaldandi skulu menna land okkara og útvega fólki løn og arbeiði – tað verið seg vanligum arbeiðsfólki og fólki við høgum útbúgvingum.
Vend er um at koma í hugburðin til gransking í Føroyum, og tí er alneyðugt, at vinnan eisini setur pening av til vinnugransking og til gransking, sum heild.
Fróðskaparsetrið og vinnan og landið mugu arbeiða saman, tí tað er so nógv betur fyri okkum øll, um yvirskotið av okkara vinnu fer til gransking og áhaldandi vørumenning, heldur enn at meginparturin av yvirskotinum fer í lummarnar á útlendingum.
Jóan Pauli Joensen
Javnaðarflokkurin. Listi C




