Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fokus á miðbýin!

John William Joensen

Týdningarmesta mál hjá komandi býráð er at fáa ferð á nýggja miðbýin.

( RED: Norðlýsið fer heystar at viðgera kommunuvalið, og vil heita á fólk um at skriva og seta sínar meiningar á prent um, hvat verður mett týdningarmesta, fyri at fáa næststørstu kommunu í Føroyum at mennast og liva upp til heitið. )

——————–

Rani Nolsøe, býráðslimur skrivar:

Tá nýtt býráð tekur við 1. Januar 2009 er týdningarmesta uppgávan at fáa gjøgnumført ætlanina um nýggja handils- og mentannarmiðbýin í Klaksvík, sum býráðið síðani 2002 hevur arbeitt hart fyri.

Síðani 1920 árini hevur fiskivinna verið dominerandi í Klaksvík. Tað hevur merkt, at øll innovatión hevur verið knýtt at hesi vinnu og tess veitingarfyritøkum. Í dag síggja vit, at fiskivinnan er undir hørðum trýsti frá minkandi fiskastovnum og ørandi nógvum kinverskum arbeiðarahondum. Tí hevur tað alstóran týdning, at útjaðara høvuðstaður Føroya fær eina nýggja menning við síðuna av fiskivinnuni.

Henda menning skal grógva út úr einum nýggjum handils- og mentannarmiðbýi.

Innihaldsliga fara tað at vera okkara skapandi umhvørvi og privata vinnulív, sum fara at fylla nýggju karmarnar í miðbýnum út.

Fortreytirnar
Kommunala uppgávan er at fáa fortreytirnar uppá pláss og seta ferð á gongdina, saman við privatum íleggjarum. Ein partur av fortreytunum er at síggja miðbýin sum fevnandi um økini frá heimaru kaj og frá ferjuleguni heim á Sandin og framvið eini reinari Ósá og út í Grøv. Hesum arbeiðir býráðið við, og tá verulig gongd vónandi kemur á um ikki ov langa tíð, er tað givið, at talan verður um eitt risa frambrot fyri Klaksvík, hóast ætlanin verður framd í stigum.

Handils- og mentannarmiðbýurin er ikki bert ein góður møguleiki, sum vit við útfyllingini heimi á Sandinum hava. Hann hevur skund!

Broytingartíð
Orsøkin er hon, at Føroyska samfelagið er í eini broytingartíð. Tann týdningurin, sum ídnaðarliga fiskivinnan hevur spælt síðani seinna heimsbardaga, er ikki tann sami longur.

Vit hava sæð slíkar broytingar fyrr í tíðini, tí einaferð var fiskivinnan baserað uppá sluppir, sjálvdrátt og fiskastykkir.
Tá snúði tað seg um at hava so nógv fólk í arbeiði sum møguligt, tí alt varð framleitt við hond. Seinni varð hendan myndin broytt til stálskip og flakavirkir, grundað á eina ídnaðarframleiðslu.

Ídag eru tað vinnur, sum eru grundaðar á ein upplivingar- og vitanarbúskap, sum avloysa ídnaðarsamfelagið. Upplivingarbúskapin síggja vit serliga í skjótt vaksandi altjóða ferðavinnuni, meðan vitannarbúskapurin sæst aftur í eitt nú biotøkni, KT og orkuframleiðslu, sum eru tær vinnugreinir, sum í dag kasta mest av sær altjóða.

Jú skjótari vit megna at handfara skiftið frá ídnað til vitan, jú betri gerast fortreytirnar. Tí hevur tað skund at skapa rúm fyri nýggjum møguleikum, sum kappingarførar vinnur kunnu mennast í, og sum framsøkin mentan trívist í.

So einføld – og kanska trupul – er í veruleikanum uppskriftin uppá framburð og fólkavøkstur í Klaksvík.

Ikki antin ella
Tað hevur týdning at staðfesta, at hetta ikki verður ein menning, sum kemur ístaðin fyri fiskivinnuna, men ein menning afturat fiskivinnuni.

Nú er tíðin komin at seta ferða á miðbýin, eftir at býráðið seinastu árini hevur gjørt stórar íløgur í barnaansing, infrakervið, komandi skúlaútbyggin v.m.

Í øllum ætlanunum hevur tað tó avgernadi týdning, at vit nú og í framtíðini arbeiða á ein slíkan hátt, at vit varðveita ein tryggan og likvidan kommunbúskap.

Rani Nolsøe