Pedagogfelagið fer í vár at seta sosialpedagogikkin á dagsskránna við fleiri átøkum og tiltøkum. Tað fyrsta verður 28. mars, tá Pedagogfelagið skipar fyri evnisdegi um sosialpedagogikk.
Pedagogfelagið fer í vár at seta sosialpedagogikkin á dagsskránna við fleiri átøkum og tiltøkum. Tað fyrsta verður 28. mars, tá Pedagogfelagið skipar fyri evnisdegi um sosialpedagogikk.
Sosialpedagogikkur er um at hvørva. Tí má okkurt verða gjørt. Sosialpedagogikkurin skal setast á dagsskránna, so at tað sosialpedagogiska økið ikki verður skúgvað til viks av “normal”-økinum – tí almenna pedagogikkur og inklusjónini. Hetta er galdandi bæði við atliti at politisku skipanini, útbúgvingarøkinum og praksis. Í hinum Norðurlondunum ger hetta sama rákið seg galdandi.
Hjá FO (Sosialpedagogar í Noregi) og hjá Sosialpedagogunum í Danmark hevur tað eydnast aftur at seta dagsskránna á sínum egna øki og at gera vart við virði, úrslit, uppgávur og arbeiðsøki hjá sosialpedagogikkini; bæði millum politikkarar, í praksis og innan útbúgvingar. Tað eigur eisini at bera til í Føroyum.
Tí verður skipað fyri einum evnisdegi, har vit við íblástri frá royndunum úr Noregi og Danmark fara at evna til ítøkilig hugskot og ætlanir fyri, hvussu gongdin kann verða vend. Endamálið er at leggja eitt støði, sum Pedagagogfelagið kann byggja virksemi sítt á, tá ið farið verður undir átøk fyri at seta sosialpedagogikkin og tað sosialpedagogiska starvsøkið á breddan.
Skrá:
9.30 – 10.00: Vælkomin og ein drekkamunnur.
10.00 – 10.15: Maud Wang Hansen setur evnisdagin.
– Hvat er endamálið við evnisdegnum.
– Hvat skulu vit finna fram til, áðrenn vit fara til hús aftur.
10-15 – 11.15: Sosialpedagogar í framtíðini.
Um at verða ein partur av loysnini. Royndir úr Danmark av at flyta fakfelagið frá einum mótmælandi fakfelag til eitt fakfelag, sum kemur við loysnum. Harundir tær donsku royndirnar frá verkætlanini “Framtíðar sosialpedagogar”, og hvussu sosialpedagogar kunnu vinna dagsskránna ella vinna hana aftur.
Framløga v/ Benny Andersen, fakfelagsformanni, og Mette Grostøl, deildarleiðara – Sosialpedagogarnir í Danmark.
11.15 – 11.30: Steðgur
11.30 – 12.30: Um at vera ein rødd hjá teimum veikastu.
Royndir frá verkætlanini hjá FO – “Óræddar røddir”. Hvussu tað at vera røddin hjá teimum veikastu er ein partur av kjarnuveitingini í tí sosialpedagogiska arbeiðinum, og hvussu tað verður ein partur av fakøkinum hjá sosialpedagogum.
Herundir norðurlendska arbeiðið við Barnasáttmálanum hjá ST og við sosialpedagogikkinum, og hvussu børn og ung innan starvsøkið hjá sosialpedagogum fáa veruliga ávirkan á sítt egna lív.
Framløga v/ Ellen Galaasen, næstforkvinnu í FO Norge.
12.30 – 13.15: Døgurði.
13.15 – 14.00: Sosialpedagogisk útbúgving.
Er eingin sjálvstøðug útbúgving, so er heldur eingin sosialpedagogikkur. Gongdin á útbúgvingarøkinum í Noreg og í Danmark; herundir sosialpedagogisk útbúgving í framtíðini.
Framløga v/ Ellen Galaasen, næstforkvinnu í FO Norge og Mette Grostøl, deildarleiðara, Sosialpedagogarnir í Danmark.
14.00 – 16.00: Verkstovur.
Endamálið er at evna til ítøkilig hugskot og uppskot til virksemi og átøk, sum skulu setast í verk til tess at seta sosialpedagogikkin á breddan, bæði við atliti at politisku skipanini, arbeiðsgevarum, útbúgvingarøkinum og ikki minst sosialpedagogunum í Føroyum, sum skulu taka virknan lut í tiltøkunum og vera umboð fyri sosialpedagogikkin.
Arbeitt verður í trimum verkstovum. Ein við tiltøkum, sum venda sær til politisku skipanina og arbeiðsgevararnar. Ein við tiltøkum, sum venda sær til útbúgvingarøkið. Ein við tiltøkum, sum venda sær til limirnar og praksis.
16.00 – 16.30: Steðgur.
16.30 – 17.15: Framløga av úrslitum av arbeiðinum í verkstovunum.
17.15 – 17.30: Umboðini fyri FO Noreg og Sosialpedagogarnar í Danmark geva viðmerkingar og afturboðan til úrslitini úr verkstovunum.
17.30 – 17.45: Maud Wang Hansen tekur samanum.
– Hvat fer at henda nú.
– Hvat fer Pedagogfelagið at gera.




