Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fokus uppá uttanríkismál !

John William Joensen

Fólkaflokkurin vil vinna Føroyum veruliga uttanríkispolitiska ávirkan.

Stovnast skal uttanríkismálaráð við landsstýrismanni og sendistovum. Vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd, tá føroyingar í framtíðini velja at gerast sjálvstøðug tjóð.

Føroyar fara við uttanríkismálaráðnum á odda at skapa sær neyðugu fyritreytirnar fyri at føroyskt vinnulív og føroyingar annars kunnu luttaka í teimum avbjóðingum og ikki minst inntøku- og menningarmøguleikum, ið alheimsgerðin hevur við sær. Tí tað er úti í heimi stóru vakstrarmøguleikarnir eru.

Vit skulu útbúgva okkara egna diplomatlið, sum skal manna sendistovur kring um í heiminum.
Vit eiga skjótast gjørligt at opna sendistovur í USA, Russlandi og Kina.

Føroyar eiga at samráðast við ES um tey fýra frælsini. Tey eru frælsur flutningur av vørum, tænastum, kapitali og persónum millum lond.

Í búningarrtíðini skulu vit brúka royndirnar av Íslandssáttmálanum, trároyna EFTA limaskap og byrja samráðingar við ES um tey 4 frælsini.

Tað vil Fólkaflokkurin.
Poul Michelsen

Harleywoodpaint