Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Folaði sítt fyrsta fyl

Norðlýsið

Myndarøð: Í Hvannasundi folaði ein 5 ára gomul ryssa í morgun.

Føroyska ryssan, Lý, sum er 5 ár, sítt fyrsta fyl. Tað gjørdist eitt hestfyl við júst sama liti sum mamman – reytt við stjørnu og einari strípu á næsarygginum.

Tað er Elisabet Thomsen, sum býr norðuri í Hvannasundi, sum eigur fylið og hetta er fyrsta fylið, sum er folað har í langa tíð, greiður hon frá.

Tað koma fá føroysk fyl um árið – serliga í Norðoyggjum. Hetta fylið er tað triðja, sum er folað í Norðoyggjum, síðani varðveitingararbeiðið av føroyska rossinum byrjaði í 1960’unum. Fyrsta fylið varð folað í Haraldssundi í 2011 og í 2012 kom eitt í Kunoy.

Við hesum fylinum er stovnurin av føroyskum rossum komin uppá 75 ross. Í ár er eitt gott ”fyl ár” hjá føroysku rossunum – hetta er tað sjeynda, sum er folað í ár, og væntast tvey afturat. So tað verða níggju tilsamans.

Søgan um folingina hjá ryssuni hjá Elisabet er kanska eisini eitt sindur stuttlig.

– Eg valdi at lána ein folealarm frá Danmørk. Hetta er tann fyrsti folealarmurin, sum er nýttur í Føroyum. Hann virkar uppá tann mátan, at hann merkir, tá ryssan leggur seg niður á síðuna – síðani telur hann tíðina. Um hetta passar saman við “folingsatferðini” ringir hann til telefonina hjá tær. Folealarmurin kom fram í gjár, og í gjárkvøldi uml. kl. 24 spenti eg hann uppá Lý. Kl. 6.30 í morgun ringdi hann so til mína telefon. – Tú kanst vænta, at alarmurin onkuntíð gevur falskan alarm, og ofta kann ryssan ganga við honum í nakrar vikur, áðrenn hon folar. So eg væntaði sjálvandi, at hetta var ein falskur alarmur. Men tá eg fór út at hyggja til ryssuna, hevði hon fingið verkir, og fylið var á veg! Alarmurin riggaði, sum hann skuldi, og eg fekk alla folingina við. Eg hevði ikki væntað, at tað bert skuldu ganga 7 tímar frá eg setti alarmin á, og til ryssan folaði. Og tað var gott, at alarmurin segði frá – tá fylið royndi at sleppa uppá beinini, so gleið tað longur og longur ímóti einari á – hetta er sera vandamikið fyri nýfolað fyl. Fleiri fyl eru funnin deyð í veitum, sum tey eru dottin í, tá tey eru nýfolað. Men takka verið alarminum, vóru vit har og ansaðu eftir, at alt gekk, sum tað skuldi, sigur Elisabet.

Um pápan greiðir Elisabet soleiðis frá:

Pápin til fylið er Bragi, sum er 8 ár og svartur á liti – Høgni í Jákupsstovu átti hann, tá hann gekk saman við Lý. Nú hevur Bragi fingið ein nýggjan eigara í Gøtu fyri uml. 3 vikum síðani, sigur Elisabet at enda við Norðlýsið.

Tvær video upptøkur frá í morgun eru at finna á hesum báðum síðunum:

https://www.facebook.com/photo.php?v=10204278624825177&set=vb.1215135606&type=2&theater

https://www.facebook.com/photo.php?v=10204278806469718&set=vb.1215135606&type=2&theater