Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Fólk á ferð” nr. 2 hjá Strandferðsluni útkomið

Helgi Abrahamsen

Strandferðslan fór í summar undir at geva út blaðið ”Fólk á ferð,”

Strandferðslan fór í summar undir at geva út blaðið ”Fólk á ferð,” ið er ætlað teimum 1,2 milliónunum av ferðafólkum, ið árliga ferðast við Strandferðsluni. Nú er næsta blaðið útkomið. Tað fæst á Farstøðini, í bussunum hjá Bygdaleiðum og umborð á skipunum hjá Strandferðsluni.

Í blaðnum er millum annað ein grein um, at Strandferðsluni vantar ein skjóttgangandi avloysarabát, og tvær greinir eru um ferðslusamskiparan hjá Strandferðsluni, Marin Hentze Gaardlykke.

Ein onnur grein er um Ásbjørn Matras, sum í 30 ár hevur siglt við Sildberanum til Skúvoyar. Greinir eru eisini m.a. um stóra áhugan fyri Kópakonuni, siglingina til Svínoyar og Fugloyar og fuglarnar, sum strandfaraskipini bera navn eftir.

Harleywoodpaint