Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólk á Trøllanesi í 1965

Jákup Andreasen

Fólk á Trøllanesi frammi undir lækju. Fólkini eru f.v,: Andrias (Dessa) í Innistovu, Petra hjá Páll og Marthu í Útistovu, Óli Wolles (abbi) í Uppistovu. Aftanfyri hann sæst Páll í Útistovu, og drongurin longst til høgru er Leivur Østerø í Útistovu.

Óli abbi var føddur í 1897, so á myndini hevur hann verið 68 ára gamal. Hann doyði í 1973.

Myndin má verða tikin á hásumri, tí Dessa stendur við einum líggja, sum, sum hann helst ætlar sær at leggja á hvørvisteinin, sum stóð beint har við.

Jógvan K. Mørkøre á Eiði tók myndina og lænti mær hana.