Allar manningarnar hjá KRF fara um vikuskiftið at rógva stuðulsróður til frama fyri felagið. Her er eitt høvi hjá fólki at stuðla eini ella fleiri av manningunum við eini ávísari upphædd pr. metur, sum hesin bátur megnar at rógva tann 1½ tíman, sum róð verður.
Um tú til dømis teknar teg fyri at stuðla t.d. Páll Fanga kvinnum við 1 oyra pr. metur, sum tær fara at rógva í stuðulsrógvingini, og tað vísir seg, at tær klára at rógva 13.000 metrar, so verður tín stuðul samanlagt 13.000 oyru = 130,- krónur.
Róð verður í hálvan annan tíma millum 1.000 metra málið og sjálvt málið á Stongunum, har tveir eygleiðarar fara at sita og fylgja við.
Mett verður, at hvør manning fer at rógva umleið 12.000 – 16.000 metrar.
Ætlandi fara bátarnir at rógva soleiðis (leygardagin):
Klokkan 13.00: Páll Fangi kvinnur, Fípan Fagra gentur og Fípan Fagra dreingir
Klokkan 15.00: Fípan Fagra old girls, Tekla old girls og Páll Fangi menn.
Sum nevnt, er møguleiki hjá fólki at stuðla tiltakinum við at lata pening fyri strekkið, ið bátarnir rógva.
Áhugaði kunnu spyrja ein av nevndarlimunum ella onkran av rógvarunum. Felagið hevur gjørt tekningarseðlar, sum kunnu brúkast í hesum sambandi.
Allir stuðlar eru við í einum lutakasti um eina frystiboks við ymiskum vørum.




