Atgongumerkini til Summar Festivalin eru farin at ganga undan. Nýggjasta uppgerðin vísir, at 4.750 atgongumerki eru seld, og nú verða bara 250 atgongumerki afturat seld í forsølu
Tað verða sera nógv fólk til Summar Festivalin í ár. Tað stendur rimmar fast, hóast tað eru fimm dagar til festivalurin verður.
Forsølan hevur gingið óvanliga væl, og nýggjasta uppgerðin hjá fyrireikunum vísir, at 4.750 atgongumerki eru seld.
– Undirtøkan er heilt ótrúlig, og tað fegnast vit um. Vit hava avmarkað forsøluna til 5000 atgongumerki til hvønn dagin. Tí selja vit bara 250 atgongumerki afturat fyribils, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum.
Summar Festivalurin verður fríggjadagin og leygardagin, og skráin fyri festivalin er júst kunngjørd. Hon sæst millum annað á heimasíðuni hjá festivalinum: www.summarfestivalur.fo




