Á kommunustýrisfundi í kvøld samtykti bygdarráðið at fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður tann 17. september.
Bygdarráðið avgjørdi fyri løtu síðan at longu mánakvøldið 15. september verður borgarafundur har evnið er kommunusamanlegging.
Síðani verður sjálv fólkaatkvøðan tann 17. september.
Bygdarráði býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Minnilutin, Veronika Petersen og Júst Poulsen (borgarstjóri), mæltu til at fylgja tilmælinum frá valnevndini í Hvannasunds Kommunu, sum mælti til at fylgja vanligum mannagongdum í samband við val.
Men meirilutin vildi hava fólki at taka avgerð um spurningin og tí varð samtykt at fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður tann 17. september.
Tann 18. september verður so eyka-kommunustýrisfundur har bygdaráðið fer at taka endaliga støðu til kommunusamanleggingina.
Tá vit fyri løtu síðani tosaðu við kommunustýrislimirnar í Hvannasundi var sagt at hóast stór ósemja hevur verið millum kommunustýrislimirnar – so var lagið gott – og tey sótu á lukkaðum kommunustýrisfundi og viðgjørdi onnur átrokandi mál.




