Fjúrtanda septembur kl 19 skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri almennum tiltaki undir heitinum – “Fólkaatkvøðan, hvar eru vit í dag?” í gamla sjómansskúlanum í Klaksvík.
Á skránni verður: Sofaprát við hugleiðingum og kjaki, við støði í tiltaksheitinum og teimum polittisku málunum, ið eru aktuell í dag.
Tey ið manna sofapanelið verða; Anfinn í Toft, Beinta Løwe og Annika Steintórsdóttir. Eirikur í Jákupsstovu leiðir prátið og høvi verður eisini at gera viðmerkingar og seta sofapanelinum spurningar.
Eftir kjakið verður tónleikur, felagssangur, undirhald og somuleiðis verður møguleiki at fáa sær kaffi, te og ein køkubita.
Hetta er fjúrtanda septembur klokkan 19.
Øll eru hjartaliga vælkomin.


