Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin kunnar um makrelstríðið

Fólkaflokkurin

Fólkaflokkurin hevur í vikuskiftinum luttikið á fundi í Zurich og Strasbourg, sum borgarligi felagsskapurin “Alliance for European Conservatives and Reformists” (AECR) skipaði fyri.

Fólkaflokkurin hevur í vikuskiftinum luttikið á fundi í Zurich og Strasbourg, sum borgarligi felagsskapurin “Alliance for European Conservatives and Reformists” (AECR) skipaði fyri.

Hetta er ein konservativur og borgarligur felgsskapur, ið er nýskipanarsinnaður og serstakliga skeptiskur mótvegis ES.

Aage Arnoldson, ið er floksskrivari, situr í ráðnum, meðan Hanus Samró, løgtingsmaður, luttók í paneli, har evnið var: Alternativt ES snið, og hvussu tað verður sett í verk. Hanus Samró nýtti somuleiðis høvið at greiða luttakarunum frá makrelstríðnum.

Í november 2013 var fundur í Messina, har Messina fríhandilsuppskotið varð orðað. Á fundinum í Zurich var fríhandilsuppskotið samtykt, har dentur verður lagdur á borgarlig virði. Felagsskapurin arbeiðir fyri felags evropeiskum marknaði, har vørur og tænastur kunnu ferðast frítt, gevur limalondunum samstundist heimild at gera handilsavtalur við onnur lond, og er tað upp til hvørja einstaku tjóð um at skipa atgongdina hjá útlendskari arbeiðsmegi.