Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin og børnini

Eyðgunn Samuelsen

Fólkaflokkurin vil hvørki rætta barnafamiljum ella kommunum eina hjálpandi hond

Fólkaflokkurin vil hvørki rætta barnafamiljum ella kommunum eina hjálpandi hond

Í grein í miðlunum leggir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eftir Javnaðarflokkinum, tí flokkurin hevur sett sær sum mál at stuðla barnafamiljunum, og at gera tað enn betri at vera barn í Føroyum.

Javnaðarflokkurin ásannar, at nógvar barnafamiljur eru undir trýsti, bæði fíggjarliga og í mun til at fáa tíðina at røkka til. Tað er ein sannroynd, at tá ið familjan er undir trýsti, so eru tað fyrst og fremst børnini, ið merkja hetta.

Eydnast okkum at lækka barnaansingargjaldið niður í eina helvt, verður tað munandi rúmligari hjá nógvum familjum – og tað gagnar børnunum. Eitt nú kunnu tær mongu stressaðu barnafamiljurnar velja at lata børnini vera styttri á stovni um dagin.

Harumframt hevði hetta verið eitt greitt signal um, at vit í Føroyum raðfesta barnafamiljurnar, og vilja gera Føroyar til eitt enn betur land at liva í hjá børnum. Longu nú er hetta – góðar umstøður hjá børnum – høvuðsorsøkin til, at mong flyta heimaftur eftir loknan lestur. So vit vita, at tað hevur týdning og ávirkan.

Vit gerast fleiri eldri og færri á arbeiðsmarknaðinum. Hetta MÁ takast í álvara um vit vilja varðveita vælferðarsamfelagið. Tí mugu vit gera tað, vit kunnu, fyri at venda skeivu gongdini. Og tað er júst tað, Javnaðarflokkurin ger við at seta sær hetta stóra mál.

Vit vita at málið er stórt. Vit vita eisini, at avbjóðingar eru, millum annað, at finna eina loysn ið vendir sosialt rætt. Men sjálvandi ber tað til. Tað skulu vit politikarar trúgva uppá, annars er onki høpi í at bjóða seg fram at stýra landinum fram á leið. Sosialdemokratiskir flokkar ganga so gott sum altíð á odda við stórum og munagóðum vælferðarreformum her í norðurlondum. Tað sama kunnu vit ikki siga um Fólkaflokkin og hansara líkar.

Politikkur er viðhvørt at gera tað, sum er trupult, men neyðugt. Og at draga fleiri barnafamiljur til landi ER neyðugt. Tað gera vit fyrst og fremst við at skapa fleiri størv – men sosialar skipanir hava altso eisini stóran týdning. Tí vilja vit leggja dent á bæði.

Hinvegin er trupult at síggja, at Fólkaflokkurin, ella samgongan yvirhøvur, heldur fólkasamansetingina vera ein trupulleika. Tá er lætt at speireka tey, sum koma við uppskotum um loysnir.

Fólkaflokkurin ræður ikki

Tað tykist sum, at Fólkaflokkurin hevur so ilt av, at tey ikki sjálvi ætla at gera nakað fyri barnafamiljurnar, at tey tilskila sær rætt at gera av, hvussu okkara uppskot skal fremjast í verki. Lat meg gera tað púra greitt, at hetta hevur Fólkaflokkurin als onki við at gera.

Hetta verður alt ein spurningur, sum vit í Javnaðarflokkinum fara at taka upp saman við okkara komandi samstarvsflokkum, og sjálvandi í tøttum samstarvi við kommunurnar.

Javnaðarflokkurin hevur ferð eftir ferð víst á í Løgtinginum, at markið fyri fríplássum má hækkast, tí sum skipanin er nú, fastheldur hon einsamøllum uppihaldarum í einari fátækrafellu.

Landsstýriskvinnan sigur seg nú, langt um leingi, vilja broyta skipanina. Tað fegnast vit um. Skal tó nevna, nú Elsebeth er so eym um kommunurnar, at hennara egna landstýriskvinna hevur boðað frá, at rokningin fyri at hækka markið fyri frípláss fyri barnaansingini verður send … kommununum.

Ger mun á børnum

Tað mest margháttliga í greinini hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tó, at hon ger mun á børnum, alt eftir hvar í landinum tey búgva. Býr ein barnafamilja í Tórshavn, har kostnaðarstøðið bæði til mat og býli er hægst, so skal hon ikki fáa stuðul til barnaansing. Skulu vit nú gera skipanir, har børnini hjá alment lønta námsfrøðinginum, sjúkrarøktarfrøðingum ella lærarum skulu revsast tí foreldrini eru alment lønt? Hetta er ein grov generalisering av fólki í høvuðsstaðnum, og ein sera løgin hugburður.

Sannleikin er tíverri, at Fólkaflokkurin unnar hvørki børnunum ella kommununum nakað.

Javnaðarflokkurin hevur fleiri ferðir ført fram, at kommununnar eiga ein part av gjaldinum, ið tikið verður frá alivinnuni. Tað eru jú kommununnar, har aliloyvini eru, íroknað Tórshavnar Kommunu, ið hava útvegað alivinnuni neyðugu karmarnar.

Men Elsebeth og Fólkaflokkurin hava felt uppskotið um at geva kommununum sín part av tøkugjaldinum frá alivinnuni í ár. Og komandi ár ætla tey at hækka gjøldini frá vinnuni, eisini alivinnuni, upp í nærum hundrað milliónir krónur, uttan at kommununnar skulu fáa eitt klovi oyra av hesum peningi. Hækkaða gjaldið frá vinnuni skal í staðin brúkast til at typpa eitt sjálvskapt hol í landskassanum.

Javnaðarflokkurin heldur hinvegin, at ein partur av peninginum skal koma kommununum og børnunum til góðar.

Eyðgunn Samuelsen,

næstforkvinna í Javnaðarflokkinum