icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin og Løgmaður vilja hava Jógvan við Keldu frá

John William Joensen

Nógv fundarvirksemi hevur seinastu 14 dagarnar verið í Fólkaflokkinum har sterkar kreftir saman við Løgmanni hava vilja havt Jógvan við Keldu úr landsstýrinum, men landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt at hann ikki er sinnaður at leggja frá sær

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, hevur frá einum samdum tingbólki hjá Fólkaflokkinum fingið boð um, at um so er, at landsstýrismaðurin vil siga landsstýrissessin frá sær, stendur honum í boði at fáa áhugaverdan tingsess.
Jógvan við Keldu hevur svarað Fólkaflokkinum, at hann ætlar sær ikki úr landsstýrinum. Heldur ikki kann hann góðtaka slíka framferð, sum verður framd av Fólkaflokkinum og Jóannesi Eidesgaard, løgmanni.
Jógvan við Keldu hevur tí valt at taka dystin upp, eisini um so er, at løgmaður sigur hann úr starvinum sum landsstýrismaður.
Tað eru fleiri mál, sum hava verið viðgjørd av landsstýrinum, hvørs viðgerð, ella rættari manglandi viðgerð, landsstýrismaðurin hevur verið ónøgdur við.
"
Í staðin fyri at stinga í sekkin fyri langari tíð síðani, valdi eg at stríðast fyri, at avgerðir verða tiknar í hesum málum. Júst hetta er høvuðsorsøkin til, at eg ikki ætli mær frá sum landsstýrismaður" sigur Jógvan við Keldu.

Harleyfacadeacryl