Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólkaflokkurin rullandi valkafé

Norðoya Fólkafloksfelag

Í samband Corona støðuna hevur Norðoya Fólkafloksfelag ráðført seg við Pál Weihe serlækna, fyri at finna útav hvør leistur er skilabestur í samband við tær siðbundnu valkaféirnar

Tilmælt verður ikki at hava eina valkafé, men heldur rullandi tiltøk, sum verða hildin uttandura.

Okkara rullandi valkafé fer at vitja hesi støð frá klokkan 16:00 hesar dagar:

  • Við Inn á vestaru bryggju, hósdagin 5. november
  • Við FK bátabrúgvarnar, fríggjadagin 6. november
  • Maverick, leygardagin 7. november
  • Vágstún (Niðri undir Gamla Kirkjugarð), mánadagin 9. november
  • Við Skálan í Bøgøtu, týsdagin 10. november

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá okkara valevnir, fáa ein kaffimunn og okkurt annað gott –  umframt eitt gott prát – hetta í tryggari frástøðu uttandura sambært galdandi tilmælum.