Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin sett starvslesandi

Tíðindaskriv

Fólkaflokkurin hevur, sum fyrsti flokkur í Føroyum, sett tvey starvslesandi í starv.

Fólkaflokkurin hevur, sum fyrsti flokkur í Føroyum, sett tvey starvslesandi í starv.

Eg fegnist um áhugan og nógvu umsóknirnar, tí hetta prógvar, at eftirspurningurin eftir lestrarstørvum er stórur. Sum landsstýrismaður arbeiði eg við at fáa almennar stovnar at taka fleiri lærlingar, men tá tað er sagt, er tað týdningarmikið, at flokkarnir eisini gera sítt til, at lesandi fáa starvsmøguleikar, sigur Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum.

27. februar 2014 lýsti fólkaflokkurin við lestrarstarvi. Áhugin var stórur, tí fleiri góðar og viðkomandi umsóknir, bæði úr Føroyum og útlandinum, søktu, men tá umsóknirnar vórðu viðgjørdar, vórðu tvær umsóknir valdar úr rúgvuni.

Rebecca Joensen, ið lesur “sosialvísindi og samfelagsplannlegging” á 2. ári á Fróðskaparsetrinum, og Ása Klakkstein Thomsen, ið eisini lesur “sosialvísindi og samfelagsplannlegging” á 2. ári á Fróðskaparsetrinum, fingu lestrarstarvið.

Tað er ein sera góður møguleiki hjá lesandi at koma tættari uppá politiska arbeiðið, og tí fegnist eg somuleiðis um, at tað hevur eydnast okkum at fáa tvær, ið lesa í Føroyum, tí tær kunnu koma við sínum íkasti til tingmanningina, sigur Jákup Mikkelsen, tingbólkaformaður

Lestrarstarvið fevnir um vanligt skrivstovuarbeiði, men harumframt fær tann lesandi innlit í politisk viðurskifti, og hvussu løgtingsarbeiðið gongur fyri seg.